26.03.2024 · Almanna- og mentamálaráðið

Almanna- og mentamálaráðið játtar stuðul til seks leiklistaverkætlanir

Almanna- og mentamálaráðið játtar stuðul til seks leiklistaverkætlanir

Myndatøka: Gwenaël Akira Helmsdal Carré

Landsstýriskvinnan í almanna- og mentamálum, Sirið Stenberg, hevur gjørt av at veita seks verkætlanum stuðul av játtanini til yrkisleiklist í 2024. Endamálið við játtanini er at menna yrkisleiklistina, og stuðul kann latast feløgum, bólkum og einstaklingum, ið reka yrkisleiklistaligt  virksemi, til leikrit, tónasmíð, leikstjórnan, framførslur, keyp av útbúnaði, verkætlanir, skeið, keyp av sakkønari hjálp og annað leiklistavirksemi.

Hesar verkætlanir fingu stuðul:

Navn á umsøkjarum

Verkætlan

Játtan

Dansivirkið Riva

Kanska ein bygd

190.000

Trín fram

Løstir - ein nýskrivaður leikur um sálarsjúku og at finna fótafestið

150.000

Det Ferösche Compagnie

Trælurin

80.000

Opera.fo

Papageno

70.000

Gunnvá Zachariasen

Upphav

90.000

Leikhús Skift

Lortið út um Havnina

70.000

 

íalt

650.000

Tilsamans vóru níggju umsóknir, og søkt var um 1,7 mió. kr. Játtanin er 650 tús. kr.

Tað er Leiklistaráðið, sum viðger umsóknirnar og ger tilmæli til landsstýriskvinnuna sambært lógini um Tjóðpall Føroya og stuðul til yrkisleiklist v.m.

Myndatekstur: Samansett mynd frá MINNISBROT eftir dansivirkinum RIVA. Duettirnar “tveyeini” eftir Rannvá G. Niclasen og Vár B. Árting og “Minni: neglir klóra rygg” eftir Beinir Bergsson og Búa Rouch.