Dagurin í dag er tá vit minnast teir sigrar, ið hava verið og sum als ikki komu av sær sjálvum, og dagurin tá vit standa saman um tær avbjóðingar, sum enn tíverri eru veruleikin í 2024. Nógv er gott, men nógv kann gerast nógv betri.
Júst dagin í dag eiga kvinnurnar. Eg fari tí at senda eina heilsan til allar kvinnur, sum hvønn dag, tilvitað ella ikki, berjast fyri javnstøðu og rættvísi her í Føroyum. Hetta er dagurin, tá vit heiðra tykkum, tá vit heiðra styrkina og dirvi at áhaldandi stríðast fyri javnstøðu og javnbjóðis rættindum, møguleikum og skyldum.
Tíverri síggja vit eisini eina ovurstóra mótstøðu ímóti javnstøðu, eitt mótrák altjóða eins og her heima hjá okkum. Stórir frontar eru upp í móti hvørjum øðrum á fleiri mótum í heimssamfelagnum í dag, og hetta rák sæst eisini í arbeiðinum við javnstøðu. Hetta tarnar arbeiðinum, tí málið fer av kósini og kjakið verður skeiklað. Dagurin í dag skal tí eisini vera ein áminning um at minnast til at halda kósina, halda fokus og halda áfram í einum virðiligum tóna, at tosa saman og søkja semjur heldur enn mótstøðu.
Altjóða og í Føroyum hava vit tørv á hesum degnum at finna orkuna og áræðið til framhaldandi at stríðast. Og vit hava nógv at stríðast fyri. Her heima hjá okkum er ein av høvuðsavbjóðingunum, at vit mangla alt ov nógvar kvinnur, vit mangla 2000 gløgg høvd - sterkar hendur og heilar til at bera okkara samfelag fram á leið. Tað hava vit ikki ráð til. Sum landsstýriskvinna í javnstøðumálum er hetta nakað, sum eg taki í størsta álvara. Tað er neyðugt hjá okkum at síggja samanhangin millum, at dugnaligar kvinnur ikki velja Føroyar, og vantandi javnstøðuna. Javnstøða er lykilin til fjølbroytni og rúmsátt, og rúmsátt og fjølbroytni eru tað, sum dregur modernaða unga fólkið til sín. Tað er bara so, og tí er tað bæði eyðsæð og alneyðugt, at vit politiskt og á øllum stigum arbeiða við javnstøðu.
Vit hava nógvar framíhjárættir í Føroyum. Eitt trygt og gott samfelag, góðar skipanir, ríkt barnalív og mentanarlív, góðar umstøður at sameina arbeiðslív og familjulív, og nógv eru so heppin at hava nógv og rík familju- og vinabond. Tað er gott. Men vit mugu minnast til eisini at rúma øllum teimum, sum ikki hava ella vilja hesa loysnina. Vit mugu minnast til at arbeiða við einum samfelag, sum rúmar øllum menniskjum, og í dag serliga við áherðslu á at rúma øllum sløgum av kvinnum. Smágentuni og teimum ungu, vaksnu og gomlu, teimum sum bera brek, kvinnur, sum eru í fátækraváða og liva undir truplum sosialum korum. Teimum, sum eru komnar her úr øðrum londum, teimum kvinnum sum ikki ynskja at liva saman við nøkrum, teimum sum óvilja liva sjálvar, teimum sum vilja liva saman við einari av sama kyni, teimum sum trúgva og teimum sum ikki gera, tær sum vilja kropssjálvræði og tær sum ikki gera, høgar sum lágar – vit hava tørv á øllum!
Sum landsstýriskvinna í javnstøðumálum eri eg errin av at standa saman við tykkum í hesum stríði – bæði í dag og allar aðrar dagar í árinum. Saman við tykkum fari eg áhaldandi at stríðast fyri javnrættindum, javnstøðu og rúmsátt í okkara samfelag.
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í javnstøðumálum