1 / 3
Landsstýriskvinnan í almanna- og mentamálum, Sirið Stenberg, var fyrr í vikuni á vitjan í Klaksvík.
Dagurin byrjaði við at vitja borgarstjóran í Klaksvíkar kommunu, og síðani varð vitjað á Sambýlinum í Mylnutúni, Bú- og viðgerðarstovninum í Jústabrekku, Verkhúsinum í Mylnugøtu, Verkstaðnum á Brekku, Dagtilhaldinum Gloym meg ei, Sambýlinum á Mýrivegi, Umlættingarheiminum Dáanum og á Umsorganarheiminum Gloria.
Á vitjanini fekk landsstýriskvinnan høvi at heilsa uppá fólkini, ið hava sína dagligu gongd á ymsu støðunum.
Eg eri sera væl móttikin, og havi fingið fleiri góð og gevandi prát. Tað er stuttligt og læruríkt at koma runt á vitjan, og gevur ein vitjan eitt týðandi innlit í umstøðurnar og trivnaðin hjá teimum, sum nýta tilboðini og starvsfólkini, ið starvast har”, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum.