Almannatrygd og tænastur
Lógin um almannatrygd og tænastur er fyri borgarar, ið av ymsum ávum hava tørv á sosialari hjálp í styttri ella longri tíðarskeið.
Almannalóggávan setir kós fyri eina av týðandi súlunum undir føroyska vælferðarsamfelagnum.
Endamálið við lógini er at virka sum niðasta fíggjarliga trygdarnet hjá fólki, sum ikki megna at uppihalda sær sjálvum og sínum. Samstundis er endamálið at skapa karmar fyri, at fólk, sum hava tørv á sosialum tænastum, í størst møguligan mun gerast sjálvhjálpin.
Í lógini verður ásett, at borgarin skal takast uppá ráð, fáa skjóta og góða ráðgeving og í heila tikið stuðlast, so hann kann liva eitt so vanligt lív sum gjørligt. Dentur verður lagdur á tann fyribyrgjandi táttin, og at veitingar og tænastur skulu virka og eggja til størri sjálvhjálpni.
Hetta er við støði í teimum brekpolitiskum meginreglum um samhaldsfesti, javnviðgerð, kompensatión, geiraábyrgd og í ST-sáttmálanum um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek.
Lógin kom í staðin fyri gomlu forsorgarlógina, sum upprunaliga er ein donsk lóg frá 1960’unum.