Bústaðarfyriskipanir
Í tráð við tilgongdina at skilja bústað og tænastu frá hvørjum øðrum, sum mælt varð til í tænastupolitikkkinum frá 2018, er tænastan á bústaðartilboðum, sum skipaði eru sambært hesi lóg, nágreinað í lógini.
Tænastan í bústaðartilboðunum verður í størri mun enn higartil meinlík stuðulstænastuni, sum higartil hevur verið ein tænasta, sum verður veitt heimabúgvandi borgarum og tænastan á bústøðunum skal í størri mun enn higartil málrættast førleikunum, tørvinum og ynskinum hjá einstaka búfólkinum.
Tænastan verður m.a. veitt sum námsfrøðilig ráðgeving í mun til at røkka yvirskipað persónlig mál, umsorgan og praktisk hjálp til dagligar uppgávur og fíggjarviðurskifti, fylgjara til sosial tiltøk, vøka og hjávera.
Persónlig røkt verður framhaldandi partur av tænastuni á bústaðartilboðunum.
Viðlíkahaldsvenjing og endurvenjing verða partur av tænastuni á bústaðartilboðunum.