Endurbót
Foreldur við børnum, ið bera brek ella hava varandi sjúku, hava higartil havt møguleika at fáa endurgjald fyri mista inntøku, um sjúkan ella brekið hevur við sær, at tað ikki ber til at arbeiða, ella at neyðugt er at arbeiða minni. Endurgjald hevur verið veitt upp til umleið 22.300 kr. um mánaðin. Frameftir verður endurgjald veitt upp til 25.000 kr. um mánaðin.
Skipanin við endurgjaldi fyri inntøkumiss verður víðka til eisini at fevna um avvarðandi hjá álvarsliga sjúkum. Talan er um støður, hjá fólki yngri enn 67 ár, antin við seinheilaskaða, sum bíða eftir búplássi ella doyggjandi, sum ynskja at verða heima í tryggum og heimligum umhvørvi seinastu tíðina. Nýggja lógin fer at gera tað møguligt hjá avvarðandi at fara úr arbeiði og heim at ansa eitt nú sjúkum maka í eitt styttri tíðarskeið.
Tey flestu, sum fáa stuðul til hjálparráð, fara ikki at merkja nakra broyting við nýggju lógini. Tó verður skipanin meira smidligt fyri persón, sum flytur frá heimi til vardan bústað. Persónur, ið býr á vardum bústaði, sum er skipaður sambært lógini um almannatrygd og tænastur, fer at fáa sama rætt til hjálpartól, sum persónur, sum býr heima. Møguleiki verður eisini í ávísum førum at varðveita hjálpartól í heiminum soleiðis, at viðkomandi kann koma aftur at vitja, og sambandi við heimið verður varðveitt.