Tænastur

Sambandið millum myndugleika og borgara hevur seinastu árini verið fyri stórum broytingum.

Borgarin tekur ikki longur einans ímóti eini tænastu, men er í størri mun við í sjálvari tilgongdini at taka avgerð og hevur harvið størri ávirkan á, hvørja tænastu viðkomandi fær.

Á hendan hátt skulu tænasturnar í størri mun veitast við støði í tørvinum hjá tí einstaka og ikki útfrá, hvørjar tænastur eru til taks.

Lógin um almannatrygd og tænastur er at meta sum ein rammulóg, ið veitir yvirskipaðar heimildir fyri, hvørjar tænastur kunnu veitast, og er rætturin hjá borgarum til tænastur tengdur at fíggjarliga rásarúminum, sum verður ásett á fíggjarlógini á hvørjum ári.

Í lóggávuni er greitt nágreinað, at avgerðir um tænastur skulu takast við støði í tørvi og ynski hjá tí einstaka, í sosialfakligari meting og fíggjarliga rásarúminum fyri tænastu hjá myndugleikanum. Skipanin verður tí meira gjøgnumskygd. Harumframt er ásett, at persónur, sum hevur samansettan og umfatandi tørv, skal hava eina ætlan og í tann mun, at persónurin fær tænastur frá fleiri myndugleikum, so skulu hesar samskipast.

Ásett er eisini, at endamálið við øllum tænastum, sum verða veittar, er at kompensera fyri brekið hjá einstaka persóninum, og at persónurin gerst so sjálvbjargin og sjálvhjálpin sum gjørligt, soleiðis at hann kann luttaka í samfelagnum á jøvnum føti við aðrar borgarar. Eisini er ætlanin, at tænasturnar skulu veitast við støði teim førleikum, sum borgarin hevur, umframt tí menniskjansliga tilfeinginum, sum er kring borgaran og dentur skal leggjast á at varðveita og menna førleikastøði.

Tað er somuleiðis greiðari, hvørjar tænastur heimild er fyri at veita, hvør kann fáa tænasturnar, og hvat endamálið er við tænastunum.

Umframt at umskipa verandi tænastur og at hava greiðari heimildir fyri tænastu sum t.d. tulking til borgarar uttan hoyrn ella við niðursettari hoyrn, veitir uppskotið somuleiðis landsstýrismanninum heimild til at skipa nýggjar tænastur, sum hava verið eftirspurdar í nógv ár. Millum nýggju átøkini eru viðlíkahaldsvenjing til persónar millum 18 og 67 ár, flutningstænasta og heimaráðgeving til familjur, ið hava barn, sum ber brek.