Eldraøkið er lagt til kommunurnar at umsita 1. januar 2015

Samgongan setti sær sum mál, at eldraøkið skuldi leggjast til kommunurnar at umsita 1. januar 2015. Løgtingið samtykti í apríl 2014 Løgtingslóg um kommunalt samstarv á eldraøkinum, Løgtingslóg um heimatænastu, eldrarøkt v.m., og Løgtingslóg um ávís starvsfólkaviðurskifti, tá heimatænastan, eldrarøktin v.m. 

Løgtingslóg um heimatænastu, eldrarøkt v.m.
Endamálið við lógini um heimatænastu, eldrarøkt v.m. er, at skapa teir karmar, sum kommunurnar skulu virka undir, tá tær koma at umsita eldraøkið.

Lógin er sostatt rammulóg, sum í fyrstu syftu ásetir teir karmar, sum kommunurnar virka undir, í aðru syftu, hvørjar tænastuásetingar kommunurnar yvirskipað skulu liva upp til fyri at røkka endamálinum við lógini, og í triðju syftu, hvørjar heimildir og skyldur kommunurnar hava í mun til fígging, rakstur v.m.

Í stóran mun endurspeglar rammulógin ta virksemi, sum var galdandi áðrenn eldraøkið bleiv lagt til kommunurnar. Tó eru ásetingarnar meiri yvirskipaðar, og leggur hetta upp til, at kommunurnar hava frælsi til at skipa virksemi øðrvísið enn tá tað var undir landinum.

Løgtingslóg um kommunalt samstarv á eldraøkinum
Endamálið við lógini um kommunalt samstarv á eldraøkinum er at áseta greiðar rammur fyri hvussu kommunurnar skipa seg í kommunal samstørv.

Markamótsskjalið

Markamótsskjalið

Yvirlit yvir kommunal samstørv

Kommunurnar hava skipað seg í sjey kommunal samstarvsøki, og umsitur Tórshavnar kommuna eldraøkið sum ein sjálvstøðug kommuna:

  • Kommunurnar í Norðoyggjum - Norðoyar Bú- og Heimatænasta
  • Runavíkar, Nes og Sjóvar kommunur - Økistænastan hjá Skálafjarðarsam-starvinum
  • Eysturkommuna og Fuglafjarðar kommuna - Heimatænastan í Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu
  • Sørvágs og Vága kommunur - Heimatænastan í Vágum
  • Vestmanna, Eiðis, Kvívíkar og Sunda kommunur - Heimatænastan í VEKS
  • Kommunurnar í Sandoynni og Skúvoy - Økistænastan í Sandoyar Sýslu
  • Kommunurnar í Suðuroynni - Bú- og Heimatænastan í Suðuroy
  • Tórshavnar kommuna - Heilsu- og umsorganartænastan