Sig frá!
Heildarætlan um harðskap í parløgum og nærsambondum.
Í november 2010 varð samtykt, at ein heildarætlan um harðskap skuldi gerast. Ein nevnd varð sett at arbeiða við hesum, og 8. mars 2011 varð Heildarætlan um harðskap í parløgum og nærsambondum løgd fram.
Í ætlanini eru 18 ítøkilig átøk, sum millum annað snúgva seg um upplýsing, undirvísing, viðgerðartilboð o.a. Samskipari varð settur og serliga hevur verið arbeitt við upplýsing, kunning, undirvísingartilfari o.ø.
Harðskaparætlanin definerar harðskap í breiðastu merking, altso eisini sum kynsligan harðskap/ágang.
Sig frá tiltøk hava í tveimum umførum verið kring landið, har greitt hevur verður frá arbeiðinum við heildarætlanini um harðskap í parløgum og nærsambondum. Kunningarferðin, sum Almannamálaráðið hevur skipað fyri, hevur verið væl móttikin.
Fyrilestrahaldarar hava greitt frá um ymisk evni: Sálarfrøðingur um, hví og hvussu harðskapur er skaðiligur, løgfrøðingur um fráboðanar- og tagnarskylduni og SSP-politistur um sítt arbeiði.
Øll í Føroyum skulu hava møguleika at kunna seg um ætlanina, sum snýr seg um harðskap í breiðastu merking. Greiði boðskapurin er, at harðskapur á ongan hátt verður góðtikin í okkara samfelagi.