Javnstøðumál
Almanna- og mentamálaráðið varðar av løgtingslóg um javnstøðu millum kvinnur og menn, ið kom í gildi í 1994. Endamálið við lógini er at beina burtur allan mismun vegna kyn.
Almanna- og mentamálaráðið er yvirskipaður myndugleiki á økinum. Ráðið ger lógaruppskot, eins og ráðið veitir landsstýrisfólkinum ráðharratænastu á málsøkinum, soleiðis at landsstýrisfólkið kann taka vælgrundaðar avgerðir.
Javnstøðumál fevna um alt javnstøðuøkið, og tær raðfestingar, sum verða gjørdar innan økið. Raðfestingar innan javnstøðu snúgva seg um at beina burtur allan mismun orsakað av kyni og at fremja javnstøðu millum kvinnur og menn á øllum samfelagsøkjum. Arbeiðsøkið kann fevna um alt um javnstøðu og kyn innan eitt nú umsorgan, børn, miðlar, mentan, vinnu, arbeiðsmarknað, harðskap, burðardygd, eldraøki, heilsu, familju, ágang, LGBTI-rættindi, umhvørvi o.s.fr.
Úr samgonguskjalinum um javnstøðu
Javnstøða skal tryggjast í samfelagnum. Samgongan skal ganga á odda, tá ið hon velur fólk til Landsstýrið og aðrar álitissessir. Landið skal somuleiðis ganga á odda at tryggja betri javnvág í lønini millum menn og kvinnur. Starvsheiti Løgtingsins verða dagførd. Javnstøðulógin verður endurskoðað