Norðurlendskt samstarv

Javnstøða er eitt av teimum økjum, har sum norðurlendsku londini hava samstarvað mest. Hetta hevur virkað til, at Norðurlondini í dag eru millum tey mest javnsettu í heiminum. Javnrættindi fyri LGBTI-persónar hevur ikki verið ein partur av samstarvinum, men í januar 2020 fingu ráðharrarnir eisini eitt samstarv um javnrætti hjá LGBTI-persónum í Norðurlondum.

Almanna- og mentamálaráðið luttekur í norðurlendska ráðharraráðnum viðvíkjandi samstarvi innan LGBTI- og javnstøðuøkið. Yvirskipaðu leiðsluna av arbeiðinum hava teir norðurlendsku javnstøðumálaráðharrarnir (MR-JÄM), sum vanliga hittast einaferð um árið.

  • til ber at lesa meira um MR-JÄM her  


Embætismannanevndin fyri javnstøðumál (EK-JÄM), hittist vanliga 2 ferðir um árið. 2 embætisfólk frá hvørjum Norðurlandi luttaka í hesum virksemi. Almanna- og mentamálaráðið hevur eitt umboð í nevndini.

  • til ber at lesa meira um EK-JÄM her 


MR-JÄM gera fjórða hvørt ár eina samstarvsavtalu um javnstøðu.


Ráðharraráðið hevur síðani avgjørt at leingja avtaluna fyri 2019-22 fram til 2024, tá nýggj samstarvsavtala verður samtykt. Hetta er orsakað av at COVID-19, og harav darvaðum arbeiði.

Í 2020 legðist LGBTI økið afturat, og í tí sambandi varð ein ískoytisavtala gjørd.

  • hon kann lesast her.