Útnorðurráðstevna um javnrættindi við hús og á arbeiðsplássum

11. og 12. juni 2019 var spennandi útnorðurráðstevna í Havn, um javnvág millum kynini, bæði við hús og á arbeiðsmarknaðinum og eitt “Barbershop” tiltak.

Ráðstevnan varpaði ljós á væl eydnaðan almennan politikk, góðar gongdir í privata geiranum, akademiskt innlit í ágóðarnar av javnvág millum kynini, bæði við hús og á arbeiðsmarknaðinum og teir ótilvitaðu sosialu normarnar, sum framvegis darva framgongdina.

Fremsta málið við ráðstevnuni var at skapa ein pall fyri áhugapartar at virka beinleiðis í arbeiði fyri javnrættindum hjá Norðurlendska ráðharraráðnum, at skifta orð um nýggj framtøk og um javnstøðu millum kynini í Føroyum og Íslandi. Í báðum tiltøkum varð dentur lagdur á, hvussu menn kunnu gera sítt til at bøta um javnvágina millum kynini á arbeiðsplássum eins og við hús.

Tiltøkini vóru grundað á átakið hjá norðurlendsku forsætisráðharrunum “The Nordic Gender Effect at Work”, sum er í fýra táttum, ið sýna, hvussu stóran týdning tað hevur at gera íløgur í alment undirstøðukervi fyri at fremja javnrættindi millum kynini.

  • ein táttur er at skipa barnsburðarfarloyvi við løn, bæði til mammu og pápa,
  • atgongd til barnaansing fyri rímiligan penga um allan heim,
  • at arbeiðstíðir verða smidligari, og
  • at eins stórar íløgur verða gjørdar í menniskjaliga tilfeingið í mannligum og kvinnuligum starvsfólki fyri at stimbra javnrættindi millum kynini í allari leiðslu.

Alt hetta elvir til búskaparligar og sosialar fyrimunir.

Í Norðurlondum eru vit komin langt bæði alment og privat at viðgera mismun millum kynini og at bjóða bæði monnum og kvinnum eina javnvág millum arbeiði og frítíð. Kortini er nógv, ið framvegis krevur ábøtur, og samfelagið alt, sum tað er, má vera við í tí arbeiðinum.

Ráðstevnan varð skipað undir vernd av íslendska formansskapinum í Norðurlendska ráðharraráðnum, sum samstarv millum íslendska Forsætismálaráðið og Almannamálaráðið í Føroyum.

Skrá fyri Barbershop tiltaki 11. juni 2019.

Skrá fyri ráðstevnu um javnstøða á arbeiðsmarknaðinum og við hús 12. juni 2019.

Vanliga hava konufólk verið á odda í arbeiðinum fyri javnrættindum millum kynini, og menn hava fyri tað mesta ikki verið við í kjakinum. Tiltakið "Barbershop" eggjar monnum og dreingjum at vera við í arbeiðinum at fáa í lag javnvág millum kynini við betur at skilja, hvussu javnvág millum kynini ger einstaklingar eins og samfeløg før fyri at fáa fult gagn av teirri búskaparligu og sosialu kraftini, ið liggur í. Meira kunning og skráseting á heimasíðuni hjá ráðstevnuni:

www.barbershopconference.fo

Hví eitur tað Barbershop?

Flestu menn hava verið og klipt sær. Á hárskerastovum – ella í skiftirúmum – sita menn og práta saman og skifta orð um atburð og hugburð til viðurskifti millum kynini – eisini hvat tað merkir at vera maður. Viðurskifti millum mann og kvinnu verða mangan diskuteraði, og ov ofta avdúkar prátið fastlæstar kynleiklutir hjá monnum og kvinnum. Sjáldan viðgera menn í álvara rótina til mismunin millum kynini.

Barbershop er góður pallur til prát millum menn um egnan atburð, framíhjárættindi og teirra lut at styrkja megi og mátt kvinnunar. Á henda hátt ger Barbershop sítt til at eggja monnum til at fara undir arbeiðið, ið krevst fyri at fáa javnrættindi millum kynini, at eggja øðrum monnum at gera tað sama, og at fáa prátið um javnrættindi inn í allar hárskerastovur og øll skiftirúm um allan heim.

Saman fáa vit javnstøðu millum kynini.