Fjølmiðlar

Eins og í flestøllum Norðurlondum hava vit í Føroyum ein public service-stovn, ið hevur ávísar almennar skyldur. Gjøgnum útvarp, sjónvarp og internet veitir Kringvarp Føroya fólkinum ymsar tænastur mótvegis kringvarpsgjaldinum. Gjaldið er ásett í kringvarpslógini, og gjaldskyldan er nærri lýst í kunngerð.

Kringvarp Føroya er sjálvstøðugur almennur stovnur, ið virkar óheftur av politisku skipanini, og hevur ávísar almennar skyldur, sum eru nærri lýstar í kringvarpslógini og í public service-sáttmálanum. Fyrsti public service-sáttmálin kom í gildi 1. januar 2011.

undefinedKringvarp Føroya verður stjórnað av einum stýri við sjey limum. Stýrið fyri Kringvarp Føroya er ovasta leiðslan á stovninum og hevur yvirskipaðu ábyrgdina av, at ásetingarnar í lógini og øðrum fyriskipanum um virksemi stovnsins verða fylgdar. Eftir tilmæli stjórans staðfestir stýrið virksemi stovnsins sum heild og yvirskipaðu meginreglurnar fyri programmpolitikkin í fíggjarárinum, eins og stýrið skal góðkenna og hava eftirlit við stovnsins rakstrarætlan og roknskapi.

Stýrið fyri Kringvarp Føroya
Í stýrinum fyri Kringvarp Føroya 2023-2027 eru:
  • Rógvi Olavson, eftir tilmæli frá politisku flokkunum.
  • Annika Eidesgaard, eftir tilmæli frá politisku flokkunum.
  • Michael Koba, eftir tilmæli frá politisku flokkunum.
  • Gunvá við Keldu, eftir tilmæli frá politisku flokkunum.
  • Mathea Hilduberg, næstforkvinna, beinleiðis tilnevnd av landsstýriskvinnuni.
  • Høgni Reistrup, beinleiðis tilnevndur av landsstýriskvinnuni.
  • Finnur Koba, starvsfólkaumboð.
Landsstýriskvinnan hevur valt Rógva Olavson sum formann.
Varalimir:
  • Eyð Matras, fyri Rógva Olavson, formann, eftir tilmæli frá politisku flokkunum.
  • Theodor Eli Dam Olsen, fyri Anniku Eidesgaard, eftir tilmæli frá politisku flokkunum.
  • Ólavur í Geil, fyri Michael Koba, eftir tilmæli frá politisku flokkunum.
  • Dorit Hansen, fyri Gunvá við Keldu, eftir tilmæli frá politisku flokkunum.
  • Dánjal Højgaard, fyri Matheu Hilduberg, næstforkvinnu, beinleiðis tilnevndur av landsstýriskvinnuni.
  • Dánial Hoydal, fyri Høgna Reistrup, beinleiðis tilnevndur av landsstýriskvinnuni.
  • Elin Winther Poulsen, fyri Finn Koba, starvsfólkaumboð.


Aðrar kringvarpsstøðir

Kringvarpslógin ásetur eisini rættin hjá øðrum kringvarpsstøðum at senda útvarp ella sjónvarp. FM1 og Lindin eru tvær slíkar kringvarpsstøðir. Fyri at senda kringvarp skal loyvi útvegast í Almanna- og mentamálaráðnum. Tekniskt sendiloyvi verður útvegað í Fjarskiftiseftirlitinum, og Almanna- og mentamálaráðið útvegar innihaldsliga partin av sendiloyvunum.

Sendiloyvi
Sbrt. kap. 3 í løgtingslóg um kringvarp kann landsstýrismaðurin í mentamálum geva kringvarpsstøð sendiloyvi til kringvarping av sendingum um fjarskiftiskervi.

Umsókn um sendiloyvi skal innihalda:

  1. navn, bústað, p-tal ella v-tal á persóni ella felagi, ið søkir um loyvi
  2. navn, bústað og p-tal á persóni, sum skal hava ábyrgdina av sendiloyvinum sum loyvishavari
  3. upplýsingar um ætlaða programmvirksemið (slag av sendingum, málbólkur o.a.)

Í §§ 16-20 í kringvarpslógini stendur at lesa um treytir og skyldur í sambandi við sendiloyvi.

Um ætlanin er at senda eydnuspæl, skal eisini verða søkt um hetta. Tá mugu hesar upplýsingar útvegast:

  1. slag av eydnuspæli
  2. kostnaður fyri at luttaka
  3. hvussu stórur partur av innkomna peninginum verður lutaður út sum vinningur

Upplýst verður, at loyvi til eydnuspæl bert er ætlað sum inntøkugevandi virksemi til at stuðla rakstrinum av kringvarpsstøðini og ikki til t.d. almannagagnlig endamál. Tá er tað eydnuspælslógin, ið er galdandi, og ikki kringvarpslógin.