Miðlastuðul

Miðlastuðul verður latin sum verkætlanarstuðul og sum stuðul til skjalprógvaðar lønarútreiðslur.

Verkætlanarstuðul kann verða latin til miðlar, ið leggja seg eftir at gera loftborið ella skrivligt tilfar, sum verður mett at hava journalistiska dygd og samfelagsligt virði. Talan kann vera um eitt nú greinarøð, heimildarsending, poddvarp o.a.

Stuðul til lønarútreiðslur kann verða latin til miðlar, sum hava skjalprógvaðar lønarútreiðslur undanfarna roknskaparár.

Sambært miðlastuðulslógini verða 70% av játtanini latnar til verkætlanir og 30% til lønarstuðul.

Nýggj nevnd
Nýggj miðlastuðulsnevnd varð vald í september í 2023. Runa Preeti varð vald sambært tilnevning frá Fróðskaparsetri Føroya, John Johannessen varð valdur sambært tilnevning frá Føroysk miðlafólk, og Janus Haraldsen varð valdur sum formaður sambært tilnevning frá Búskapar- og Løgfrøðingafelagnum Føroya.
Varafólk teirra eru ávikavist Martin N. Simonsen, Sigrún Halldórsdóttir Brend, og Anna Rein.

Økt játtan í 2024
Løgtingið samtykti fyri jól fíggjarlógina fyri 2024. Játtanin til miðlastuðul varð økt við kr. 900.000 til kr. 2.900.000, umframt at kr. 100.000 vórðu játtaðar til umsitingina hjá nevndini.

Frágreiðing um virksemi hjá Miðlastuðulsnevndini