Umleggingin av sjónvarpssendinetinum var liðug í 2015
Gomlu analogu sjónvarps sendararnir eru sløktir so við og við, og í staðin sæst sjónvarpið hjá Kringvarpinum talgilt (digitalt) á sendinetinum hjá Televarpinum.
Umleggingin í 2015
Í 2015 var hildið fram at sløkkja gomlu analogu sjónvarps sendararnar. Í staðin sæst sjónvarpið hjá Kringvarpinum talgilt á sendinetinum hjá Televarpinum.
14. apríl var analogi sendarin, ið dekkar Æðuvík sløktur.
19. mai vóru analogu sendararnir á Støðlafjalli og á Argjum sløktir.
15. juni var høvuðssendarin á Húsareyni sløktur.
Vegleiðing, hvussu antennan skal venda, so at hon fær fatur á talgilda sendaranum, sæst á heimasíðuni hjá Televarpinum her: http://tv.fo/page/sendistodir/
Í 2014 fevndi umleggingin um hesi øki:
Fyrsta umleggingin var framd 1. apríl 2014
Borðoy
Klaksvík og Ánir
Kunoy
Haraldssund
Streymoy
Leynar
Suðuroy
Hov, Porkeri, Nes, Akrar og Lopra
Næsta umleggingin var framd 1. juli 2014
Kunoy
Kunoy
Kalsoy
Húsar og Syðradalur
Eysturoy
Leirvík, Hellur og Oyndarfjørður
Suðuroy
Sandvík
Triðja umleggingin var framd 3. november 2014
Kalsoy
Mikladalur
Eysturoy
Gjógv, Rituvík, Elduvík og Funningur
Sandoy
Húsavík
Hví verður skift?
Sjónvarpssendinetið verður skift, tí analoga tøknin ikki er tíðarhóskandi longur. Harumframt er sendinetið kostnaðarmikið at reka, og trupult er at fáa eykalutir til gomlu sendararnar. Men við nýggju talgildu tøknini fær hyggjarin betri mynda - og ljóðgóðsku.
Við talgilda sendinetinum kemur føroyska sjónvarpssendinetið at verða tøkniliga ájavnt við sendinetið hjá grannalondum okkara, sum eisini hava skift til talgilda sendinetið.
Umlagt komandi tvey árini
Sjónvarpssendinetið verður umlagt í øllum landinum, og eftir ætlan skal seinasta skiftið verða í 2015. Kunnað verður um skiftini so hvørt, so fólk fáa stundir at dagføra útgerðina hjá sær.
Hyggjarar í hesum økjum mugu tryggja sær, at móttøku – og sjónvarpsútgerð teirra, t.v.s. sjónvarp, antennur, móttøkuboksir o.s.fr. kunnu taka nýggju tøknina, so tey síggja Kringvarp Føroya eftir skiftið.
Hjá summum hyggjarum er ikki neyðugt at gera nakað, hjá øðrum hyggjarum verður bara neyðugt at dagføra móttøku útgerðina, meðan onnur, við gomlum sjónvørpum, kunnu verða noydd at skifta sjónvarp. Fólk, ið longu síggja Kringvarp Føroya talgilt, gjøgnum Televarpið, nýtast ikki neyðturviliga at dagføra teirra útgerð.
Hví kunnar Mentamálaráðið um skiftið av sjónvarpssendinetinum?
Mentamálaráðið rekur sendinetið, og er tað tí Mentamálaráðið, ið kunnar um skiftið. Mentamálaráðið hevur avtalu við Føroya Tele um, at tey taka sær av dagliga rakstrinum av sendinetinum. Sí niðanfyri standandi faldarar. Les her: