Álit og átøk í sambandi við føroyskt mál

Norðurlendskt málátak

Í 2010-2011 var norðurlendskt málátak á skránni. Átakið var málrættað børnum og ungum og varð verksett undir Norðurlendska Ráðharraráðnum. Endamálið við átakinum var m.a. at gera norðurlendsku málini sjónligari og at stimbra børnum og ungum til at læra seg at skilja skandinavisku málini danskt, norskt og svenskt. Føroyska umboðið í málátakinum var Sólva Jónsdóttir.

Ókeypis netorðabøkur til skúlaverkið

Skúlaárið 2011/12 er royndarár fyri ókeypis netorðabókum hjá Sprotanum og Orðabókagrunninum, sum eru savnaðar á einum portali og tøkar í øllum skúlaverkinum.

Ókeypis orðabøkur til skúlaverkið er eitt stórt frambrot í undirvísingarmenningini. Endamálið er at gagnnýta tað tilfeingið, landið hevur verið við til at fáa til vega gjøgnum játtanina til orðabókagerð. Orðabøkur eru neyðug undirvísingaramboð, og við ókeypis netorðabókum eru allir skúlar javnsettir og kunnu veita sínum næmingum eina nútímans tænastu, ið tænir málinum væl.

Netorðabókasamstarvið
Mentamálaráðið hevur ynski um økt samstarv og menning á orðabókaøkinum, bæði fyri at játtanin verður gagnnýtt á besta hátt og fyri, at orðabøkurnar eisini í mest møguligan mun verða gagnnýttar í føroyska samfelagnum. Í eina tíð hava Mentamálaráðið, Nám, Orðabókagrunnurin og Forlagið Sprotin arbeitt fyri, at orðabókagerð verður betur samskipað. Í samráð við Mentamálaráðið og Nám hava Forlagið Sprotin og Orðabókagrunnurin fingið í lag samstarvsavtalu, sum Mentamálaráðið stuðlar.

Orðabøkurnar hava higartil verið tøkar á ymiskum støðum, men verða nú savnaðar á www.snar.fo sum er undirvísingarportalurin hjá Námi og á sprotin.fo, sum er portalur hjá forlagnum Sprotanum. Talan er um orðabøkur, sum eru komnar seinastu 20 árini, ið nú eru tøkar á øllum skúlateldum.

Skúlaárið 2011/2012 eru orðabøkurnar eitt skúlatilboð, sum Mentamálaráðið fíggjar, so næmingar og lærarar við FirstClass brúkaranavni og loyniorði hava ókeypis atgongd til skipanina, heima og í skúla.

ISLEX – felags norðurlendsk orðabókaverkætlan

Føroyar eru við í stórari felags norðurlendskari orðabókaverkætlan, ISLEX, sum varð alment tikin í brúk í novembur 2011. Mentamálaráðið hevur stuðlað Fróðskaparsetri Føroya og Sprotanum í at fara upp í eitt stórt norðurlendskt orðabókaarbeiði, sum savnar íslendskt, føroyskt, nýnorskt, bókmál, svenskt og danskt í ein og sama dátugrunn. Hetta er fyrsta royndin at leggja grund undir eina norðurlendska telduorðabók.

Tiltakið er íslendskt og byrjaði fyri fimm árum síðan. Fyribils gongur bókin frá íslendskum inn í hini norðurlendsku málini. Men arbeitt verður við at gera eina føroyska-norðurlendska við somu orðum, sum nú í felag verða savnað. Vit eru við nú og fáa nakrar orðabøkur, vit annars neyvan høvdu fingið, t.d. føroyska-svenska ella føroyska-nýnorska.

Orðabók Háskólans (Stovnurin fyri orðabókafrøði við universitetið í Íslandi) ger ein teldutøkan orðabókagrunn við 50.000 nútíðar íslendskum orðum við bending, merking, nýtslu og ymiskum sambondum, dømum og føstum orðingum o.ø. Nógv av orðunum verða lýst við mynd og ljóði.

Norðurlendsku samstarvsfelagarnir eru umframt Fróðskaparsetur Føroya og Sprotan Stofnun Árna Magnússonar í íslenskum fræðum, Reykjavík, Institutionen för svenska språket, Universitetet i Göteborg, Institutt for lingvistiske, litterære og estetiske studier, Universitetet i Bergen og Det Danske Sprog- og Litteraturselskab, København.

Týðararnir eru Tóra Tóroddsdóttir og Carl Jóhan Jensen. Umsjón og eftirlit hava Jógvan í Lon Jacobsen og Sakaris S. Hansen á Føroyamálsdeildini.

Samskipari er Jonhard Mikkelsen.

Orðabókin finst her: http://islex.hi.is/