Málráðið
Málráðið er komið ístaðin fyri Málnevndina, sum fór í søguna 31.12.2012.
Fyrsta Málráðið tók við 01.01.2013.
Málráðið gevur landsstovnum og almenninginum vegleiðing, ráð og upplýsing um føroyskt í talu og skrift. Almennir myndugleikar eiga í størst møguligan mun at fylgja niðurstøðunum hjá Málráðnum.
Eisini kunnu stovnar og einstaklingar venda sær til Málráðið við spurningum.
Limirnir í Málráðnum verða valdir eftir tilmæli frá feløgum og stovnum, og harumframt velur landsstýrismaðurin tveir limir. Millum allar limirnar velur landsstýrismaðurin formann og næstformann.
Málráð 01.07.2021-30.06.2025:
Helena Kannuberg, forkvinna, MA í føroyskum, eftir tilmæli frá Føroyamáli.
Randi Kúrberg, næstforkvinna, MA í føroyskum, eftir tilmæli frá Námi.
Eyðun á Borg, lærari, eftir tilmæli frá landsstýrismanninum.
Meifríð Weihe Hansen, heilsurøktari, undirvísir í teknmáli, eftir tilmæli landsstýrismanninum.
Johan Blábjørg, fríyrkis teknmálstulkur og undivísir í teknmáli, eftir tilmæli frá Deyvafelagnum/Felagnum HOYR.
Rakul Skaale Andreasen, MA í føroyskum, eftir tilmæli frá Fróðskaparsetri Føroya.
Theodor E. Olsen, teologur, prestur, eftir tilmæli frá Javnstøðunevndini.
Elin Henriksen, lærari, eftir tilmæli frá Móðurmálslærarafelag Føroya.
Heri J. Joensen, teologur, prestur, eftir tilmæli frá Navnanevndini.
Bergur Rasmussen, lærari, eftir tilmæli frá Rithøvundafelag Føroya.
Lena Reinert, vísindaligt hjálparfólk á Føroyamálsdeildini, BA í føroyskum, eftir tilmæli frá Staðarnavnanevndini.
Málráðið 01.07.2017-01.06.2021:
Sólvá Jónsdóttir, forkvinna, ráðgevi og málfrøðingur, eftir tilmæli frá Námi.
Eivind Weihe, næstformaður, lektari emeritus, eftir tilmæli frá Staðarnavnanevndini.
Sjúrður Gullbein, cand.phil í norðurlendskum, serliga føroyskum máli og bókmentum, eftir tilmæli frá Fróðskaparsetri Føroya.
Elin Henriksen, lærari, eftir tilmæli frá Móðurmálslærarafelag Føroya.
Marna Jacobsen, ritstjóri, eftir tilmæli frá Føroya Lærarafelag og Javnstøðunevndini.
Bergljót av Skarði, cand.mag. í føroyskum og enskum, eftir tilmæli frá Rithøvundafelag Føroya.
Anfinnur Johansen, lektari í málfrøði, eftir tilmæli frá Navnanevndini.
Hanna Simonsen, fulltrúi, eftir tilmæli frá Kommunusamskipan Føroya.
Randi Meitil, studentaskúlalærari í føroyskum og sponskum, eftir tilmæli frá Málfelagnum.
Jógvan D. Hansen, cand.phil. í heimspeki, eftir tilmæli frá landsstýriskvinnuni.
Sólfinn Hansen, cand.mag. í norðurlendskum máli og bókmentum, eftir tilmæli frá landsstýriskvinnuni.
Málráðið 01.01.2013-31.12.2016 (longt til 30.6.2017):
Zakaris Svabo Hansen, form., adjunktur í málfrøði og limur í Málráð Norðurlanda, eftir tilmæli frá Móðurmálslærararafelag Føroya.
Katrin Næs, næstforkv., studentaskúlalærari í føroyskum, eftir tilmæli frá landsstýrismanninum.
Hjalmar P. Petersen, lektari í málfrøði, eftir tilmæli frá Fróðskaparsetrinum.
Marna Jacobsen, ritstjóri, eftir tilmæli frá Føroya Lærarafelag og Javnstøðunevndini.
Kári Leivsson, sálarfrøðingur, eftir tilmæli frá Rithøvundafelag Føroya.
Sólvá Jónsdóttir, ráðgevi og málfrøðingur, eftir tilmæli frá Námi.
Anfinnur Johansen, lektari í málfrøði og formaður í Navnanevndini, eftir tilmæli frá Navnanevndini.
Hanna Simonsen, fulltrúi, eftir tilmæli frá Kommunusamskipan Føroya.
Eivind Weihe, formaður í Staðarnavnanevndini, eftir tilmæli frá Staðarnavnanevndini.
Randi Meitil, studentaskúlalærari í føroyskum og sponskum, eftir tilmæli frá Málfelagnum.
Jonhard Mikkelsen, námslektari í føroyskum, eftir tilmæli frá landsstýrismanninum.