undefined
Ítróttur

Almanna- og mentamálaráðið fyrisitur ymsar stuðulsjáttanir á løgtingsfíggjarlógini til ítrótt. Undir hesum eru stuðulsjáttanir til Ítróttasamband Føroya, Ítróttasambandið fyri Brekað, stuðul til ferðir innanoyggja, og úrvalsítrótt. ÍSF umsitur og ger av hvør skal hava henda stuðulin.

Ítróttasamband Føroya er savnandi felagsskapur fyri alla ítrótt í Føroyum. Tað umboðar tilsamans um 15.000 virkin ítróttafólk í 120 feløgum og 24 ítróttagreinir kring oyggjarnar. Hesi eru savnað í 16 sersambond. Harumframt er ÍSF eisini Olympiska Nevnd Føroya.

Endamál sambandsins er m.a.:

  • at fremja, samskipa og leggja til rættis alt ítróttavirksemi í landinum.
  • at fremja samstarv um ítróttamál við landsmyndugleikar og aðrar myndugleikar í landinum.
  • at umboða Føroyar í ítróttamálum í viðurskiftum við aðrar tjóðir.
  • at umboða føroyska ítrótt í olympiskum høpi og at leggja til rættis møguliga føroyska luttøku í Olympisku Leikunum.
  • at seta í gongd og skipa fyri tiltøkum at breiða út ítróttina til øll fólk uttan mun til aldur, útbúgving, kyn og sosiala støðu, samsvarandi ynskjunum og
  • tørvinum hjá tí einstaka
  • at menna umstøðurnar hjá teimum, ið hava trupul ítróttalig viðurskifti.

Hugasamband Føroya Uttan fyri ÍSF eru Talvsamband Føroya og Føroya Bridgesamband, sum hava skipað seg í Hugasambandi Føroya, ið eisini hevur stuðulsjáttan á fíggjarlógini.