Kirkjumál

Almanna- og mentamálaráðið situr fyri kirkjumálum, sum eru málsøkini ”Fólkakirkjan” og ”Onnur trúarsamfeløg”.

Trúarfrælsi er í Føroyum. Tí er øllum frítt at at inna trúgv sína, tilbiða, hava gudstænastu ella annað halgihald, og at boða, læra og kunna onnur um trúgv sína á einhvønn hátt, um bert tey hava fyrilit fyri lógum og landaskili, eitt nú fyri rættindunum hjá øðrum.

Trúarfrælsi merkir eisini, at øllum er frítt at gera túarsamfelag ella annan felagsskap um trúgv ella lívsáskoðan – ella at liva og virka eftir trúgv síni uttan nakað slag av formligum felagsskapi. Myndugleikagóðkenning krevst ikki, og óneyðugt er at boða myndugleikunum frá.

Trúarsamfeløg hava ongi framíhjárættindi í mun til aðrar felagsskapir. Grundregluliga galda nett somu reglur fyri trúarsamfeløg, sum fyri eitt hvørt annað slag av felagsskapi, ið er skipaður á samlíkan hátt.

Fólkakirkjan er tó skipað við lóg, og serstakt samband er millum landið og fólkakirkjuna, meðan trúarsamfelag, sum sjálvt vil hjúnavíga pør, krevur at fáa eina serliga góðkenning sum trúarsamfelag, sum Uttanríkis- og mentamálaráðið kann geva.