Bókmentir
Tað er alment viðurkent, at skrivaða orðið er stórur partur av landsins mentan. Eisini eru bókmentirnar við til at skapa kunnleika um Føroyar uttan fyri landoddarnar. Almennar skipanir eru til fyri at styðja starv fyri føroyskum bókmentum. Í Mentanargrunni Landsins kann verða søkt um starvsløn og útgávustuðul.
Ein týðaragrunnur er eisini settur á stovn undir Mentanargrunninum, har stuðul fæst til at týða bæði úr føroyskum og til føroyskt. Hetta er eitt ískoyti til, at føroyskar bókmentir verða breiddar út um føroyska marknaðin, og at útlendskar bøkur kunnu verða lisnar á føroyskum máli.
Átøk
Frankfurt
Í 2011 varð sjøtil settur á at samskipa arbeiðið at breiða út føroyskar bøkur. Norðurlandahúsið, Bókadeild Føroya Lærarafelags, Nám og Mentamálaráðið saman við fleiri aktørum á bókmentaøkinum tóku felags tak fyri at luttaka á bókastevnuni í Frankfurt í oktober 2011. Beinleiðis orsøkin var, at Føroyar høvdu fingið í boði at hava bókaframsýning undir liðini á Íslandi, sum var heiðursgestur í Frankfurt í 2011 sum fyrsta norðurland nakrantíð. Á henda hátt væntaðist, at ljós enn betur kundi verða varpað á føroysku bókmentirnar.
LISA samskipaði luttøkuna, og sum heild eydnaðist tiltakið væl. Ein sannroynd er, at tað tekur tíð og orku at byggja upp ein marknað, og endamálið er sjálvsagt at skapa møguleikar til frama fyri føroyskar høvundar, forløg og bókmentaumhvørvið sum heild.
Farlit
Í 2012 er verkætlanin Farlit (Faroese Literature) sett á stovn. Verkætlanin byggir víðari á royndirnar frá Frankfurt, og nú verður bæði luttikið á bókamessuni í Frankfurt 10.-14. oktober og á bókamessuni í Göteborg 27.-30. september. Í Göteborg verður serligt fokus á norðurlendskar bókmentir í ár.
Til Farlit 2012 er ein bókmentaligur samskipari settur, Jenny Johannessen. Hon hevur til uppgávu at taka sær av bókmentaliga marknaðararbeiðinum í sambandi við messuluttøkurnar.
Endamálið við Farlit er
- at gera føroyskar bókmentir sjónligar á altjóða bókamarknaðinum
- at fremja í verki eina savnaða føroyska luttøku frá myndugleikum og mentanarstovnum til tað almenna og tað privata
- at skapa og varðveita sambond við útlendsk forløg og útgevarar við endamálinum at selja føroysk bókmentarættindi
Sí meir um Farlit-verkætlanina á www.farlit.fo.
Stovnar