Almanna- og mentamálaráðið   >   Faroese Edition   >   Arbeiðsøki   >   Mentan   >   Mentan og List   >   Listaøkini   >   Palllist

Palllist

Palllistin í Føroyum fevnir í høvuðsheitum um sjónleik, men eisini dansiframførslur og operur kunnu av og á upplivast á føroysku pallunum. Leiklistin verður mett at hava ómetaliga stóran týdning fyri mentan okkara, bæði tá tað snýr seg um mál og samleika.

Almennur stuðul verður latin leiklistini, bæði yrkisleikinum og áhugaleikinum. Lógin um Tjóðpall Føroya og stuðul til leiklist v.m. ásetur virksemið hjá Tjóðpallinum, Meginfelag Áhugaleikara Føroya og stuðulsskipanirnar.

Stovnar

Tjóðpallur Føroya
Tjóðpallur Føroya varð settur á stovn við løgtingslóg nr. 68 frá 2. mai 2003. Hann avloysti Leikpall Føroya, sum varð skipaður í 1989, og hetta árið var samstundis fyrsta árið, leiklistin kom á fíggjarlógina. Yrkisleiklistin í Føroyum hevði fram til stovnsetanina av Leikpallinum virkað burturav í og kring Leikbólkin Grímu, sum byrjaði sítt virksemi í 1975.

Sambært grein 5 í lógini skal Tjóðpallur Føroya:

  • í virksemi sínum leggja dent á føroysk verk á dygdargóðum listaligum støði eins og stovnurin skal framføra klassisk so væl sum nútímans altjóða verk
  • geva borgarunum í øllum landinum eitt breitt og dygdargott tilboð av leiklist - sjónleiki so væl sum aðrari palllist
  • tryggja sjónleikarum, dansarum og øðrum leikhússtarvsfólki hóskandi arbeiðsmøguleikar til tess at menna yrkisførleikar teirra
  • skipa fyri leiklistaligum útbúgvingum og eftirútbúgvingum
  • fremja og menna yrkis- og áhugaleiklistina í Føroyum.

Leiklistaráðið
Eitt leiklistaráð er sett at virka sum stýri fyri Tjóðpall Føroya. Ráðið setir stjóran og skal saman við stjóranum fyri Tjóðpall Føroya umrøða leikskrá, fíggjarstøðu og virksemisætlanir stovnsins.
Leiklistaráðið kann seta fram uppskot og hugskot um tiltøk og átøk, sum kunnu vera av týdningi at fremja fyri virksemið hjá Tjóðpalli Føroya ella fyri palllistina sum heild.
Leiklistaráðið skal ráðgeva landsstýrismanninum og er hoyringarpartur í leiklistaligum spurningum.
Tá Almanna- og mentamálaráðið lýsir eftir umsóknum um stuðul til yrkisleiklist, verða umsóknirnar sendar Leiklistaráðnum, sum síðan letur grundgivin tilmæli og frámæli til landsstýrmannin.

Í Leiklistaráðnum frá 1. oktober 2020 til 30. september 2023 eru:

- Ólavur Jøkladal, form., tilnevndur av landsstýrisfólkinum
- Birna Heinesen, næstforkv., tilnevnd av landsstýrisfólkinum
- Durita Dahl Andreassen, eftir tilmæli frá Leikarafelag Føroya
- Búi Dam, eftir tilmæli frá Listafólkasambandi Føroya
- Hilmar Joensen, eftir tilmæli frá Meginfelag Áhugaleikara Føroya
- Barbara Hentze í Stórustovu, starvsfólkaumboð fyri Tjóðpall Føroya
- Jóan Petur Hentze, eftir tilmæli frá Tórshavnar býráð

Meginfelag Áhugaleikara Føroya
Meginfelag Áhugaleikara Føroya (MÁF) er meginfelag fyri áhugasjónleikarafeløgini í Føroyum. Felagið varð stovnað 23. september 1979, og endamál felagsins er at stuðla og menna áhugaleiklistina í Føroyum. Limir í MÁF eru sjónleikarafeløg, leikbólkar og einstaklingar.

Lógir og kunngerðir
Løgtingslóg nr. 68 frá 2. mai 2003 um Tjóðpall Føroya og stuðul til leiklist v.m.
Kunngerð nr. 110 frá 11. november 2003 um leiklistaráð
Kunngerð nr. 18 frá 19. apríl 2004 um stuðul til leiklist v.m.
Tjóðpallur Føroya og tjóðleikhús føroyinga, uppskot til hølisloysnir, álit frá des. 2009

Slóðir
Det Ferosche Compagnie
Meginfelag Áhugaleikara Føroya
Tjóðpallur Føroya