Millumtjóðasamstarv um mentan

Partur av mentanarpolitikkinum er at søkja samstarv á mentanar-, útbúgvingar- og granskingarøkinum. Endamálið við samstarvinum er, at samstarvspartarnir geva hvørjum øðrum lut í skipanum, royndum og vitan, sum eru við til at albøta um viðurskiftini í londunum og landanna millum.

Samstarvið gongur fyri seg á ymsum stigum og innan fyri ymiskar karmar.

Útnorðursamstarv

Londini í Útnorðri, Ísland, Grønland og Føroyar, gjørdu við virknaði frá 1. januar 2004 eina samstarvsavtalu, sum á stjórnarstigi tryggjar samstarv á mentanar-, útbúgvingar- og granskingarøkinum. Londini hava áhuga í at styrkja sambandið á hesum øki, og endamálið er, at avtalan umframt at vera við til at skifta kunnleika og royndir kann vera við til at seta í verk ymsar verkætlanir av felags áhuga. Somuleiðis kann avtalan vera eitt gott amboð í sambandi við arbeiðinum í Útnorðurráðnum.

Sbrt. avtaluni seta londini ávísa upphædd av á fíggjarlógini til at fremja átaksøki, ið verða ásett fyri trý ár í senn.

Samstarvsavtala millum Ísland, Føroyar og Grønland

Umframt sjálva avtaluna við fyrstu átaksøkjunum eru protokollat til samstarvsavtaluna við átaksøkjum frá ávikavist 29. november 2007 og 3. november 2010 til.

Samstarvsavtala um mentan, útbúgving og gransking, 2003

Protokollat frá 03.11.10

Protokollat frá 29.11.07


Í novembur 2017 skrivaðu mentamálaráðharrarnir í Útnorðri undir nýggja samstarvsavtalu, ið kom í gildi 1. januar 2018. Sbrt. avtaluni eru fýra átaksøki árini 2018-2022.

Samstarvsavtala um mentan, 2017

Hetlendskt-føroyskt samstarv

Avtala um samstarv á mentanar-, útbúgvingar- og granskingarøkinum millum Føroyar og Hetland varð undirskrivað 10. november 2003 við virknaði frá 1. januar 2004. Endamálið er at styrkja sambandið millum oyggjarnar á omanfyri nevnda øki og at vera við til at styrkja sambandið millum Hetland, Føroyar og grannalondini fyri vestan.

Sbrt. avtaluni eiga londini at seta av pening á fíggjarlógini til at fremja verkætlanir.

Samstarvsavtala millum Føroyar og Hetland:

Agreement_FaroeIslands-Shetland.pdf