Dansk-Færøsk Kulturfond
Søkt kann verða um stuðul úr Dansk-Færøsk Kulturfond til ymisk mentanarendamál.
Dansk-Færøsk Kulturfond varð settur á stovn í 1951 sbrt. avtalu millum donsku stjórnina og Føroya landsstýri.
Grunnurin er grundaður á afturgjalding av lánum, sum statskassin veitti føroyingum, íð av lestrarávum ella øðrum ávum búðu í Danmark undir seinna heimsbardaga, tá sambandið millum Føroyar og Danmark varð kvett. Grunnurin hevur síðan fingið meir pening, og fæið er í dag uml. 5 mió. kr.
Grundarlagið undir grunninum er ein fundatsur frá 1955. Sbrt. fundatsinum er endamál grunsins at fremja ”andliga sambandið millum Føroyar og restina av danska ríkinum”. Í hesum liggur mentanarmiðlan í breiðari merking millum Føroyar og Danmark umframt millum Føroyar og Grønland.
Ein nevnd við 5 limum umsitur grunnin: eitt umboð fyri danska Statsministeriet, eitt umboð fyri danska Kulturministeriet, Ríkisumboðsmaðurin í Føroyum og tvey umboð fyri Føroya landsstýri, sum Almanna- og mentamálaráðið tilnevnir. Oyðubløð og kunning um freistir o.a. eru at finna á heimasíðu grunsins.