Norðurlendskur stuðul

Aðrir mentanarligir stuðulsmøguleikar eru uttanlands; millum annað í Nordisk Kulturfond, Dansk-Færøsk Kulturfond og Nordisk Ministerråd gjøgnum KulturKontakt Nord.

Nordisk Kulturfond
Søkt kann verða um stuðul úr norðurlendska mentanargrunninum Nordisk Kulturfond. Grunnurin er ein norðurlendskur samstarvsstovnur, hvørs uppgáva er at stuðla mentanarsamstarvi millum norðurlondini.

Grunnurin fevnir breitt um mentan og list og er bæði fyri yrkislærd og leik. Grunnurin veitir stuðul til tiltøk, sum eru sermerkt av góðsku framskygni, atkomuligheit og ymiskleika, og sum eru mennandi fyri bæði siðbundar og nýggjar arbeiðshættir.

Stuðul verður veittur til t.d. ráðstevnur, konsertir, ferðir/turnéer??, framsýningar, festivalar og granskingar- og útbúgvingarverkætlanir. Verkætlanir kunnu bæði vera í ella uttan fyri Norðurlond.

Nordisk Kulturfond letur árliga uml. 29 mió. kr. í stuðli.

Les meir um grunnin, umsóknartreytir, freistir o.a. á heimasíðu grunsins.

Dansk-Færøsk Kulturfond
Søkt kann verða um stuðul úr Dansk-Færøsk Kulturfond til ymisk mentanarendamál.

Dansk-Færøsk Kulturfond varð settur á stovn í 1951 sbrt. avtalu millum donsku stjórnina og Føroya landsstýri.

Grunnurin er grundaður á afturgjalding av lánum, sum statskassin veitti føroyingum, íð av lestrarávum ella øðrum ávum búðu í Danmark undir seinna heimsbardaga, tá sambandið millum Føroyar og Danmark varð kvett. Grunnurin hevur síðan fingið meir pening, og fæið er í dag uml. 5 mió. kr.

Grundarlagið undir grunninum er ein fundatsur frá 1955. Sbrt. fundatsinum er endamál grunsins at fremja ”andliga sambandið millum Føroyar og restina av danska ríkinum”. Í hesum liggur mentanarflutningur?? Miðling??? í breiðari merking millum Føroyar og Danmark og eisini millum Føroyar og Grønland.

Ein nevnd við 5 limum umsitur grunnin: eitt umboð fyri danska Statsministeriet, eitt umboð fyri danska Kulturministeriet, Ríkisumboðsmaðurin í Føroyum og tvey umboð fyri Føroya landsstýri, sum Mentamálaráðið tilnevnir. Oyðubløð og kunning um freistir o.a. eru at finna á heimasíðu grunsins.

Kulturkontakt Nord
Søkt kann verða um norðurlendskan stuðul gjøgnum Kulturkontakt Nord, ið er stovnur undir Norðurlandaráðnum, ið varð stovnsettur í januar 2007. Stuðul verður veittur innan trý høvuðsøki: flytføri (herundir til netverk) & búdeplar, mentan & list og telduspøl. Skrivstovan heldur til í Sveaborg í Helsingfors og hevur til uppgávu at umsita, kunna og samskipa norðurlendska mentanarsamstarvið. Kontaktpersónur í Norðurlandahúsinum í Føroyum er Urd Johannesen. Sí heimasíðu stovnins fyri meir kunning. Kunning er eisini á heimasíðu Norðurlandahúsins.

Norðurlandahúsið
Endamálið hjá Norðurlandahúsinum er fyrst og fremst at miðla norðurlendska mentan til Føroya og føroyska mentan til Norðurlond. Norðurlandahúsið skal harumframt stuðla føroyskum mentanarlívi í tøttum samstarvi við føroysk mentanarfólk. Norðurlandahúsið í Føroyum skal vera amboð og verkstaður fyri nýskapandi fyritaksemi, sum styrkir Norðurlond og Føroyar í alheimsgeringini. Húsið skal eisini samstarva við føroyska ferðavinnu og føroyskt vinnulív til tess at fremja ráðstevnu- og fundarvirksemi í Norðurlandahúsinum og í Føroyum. Eisini skal Norðurlandahúsið í Føroyum vera opið fyri nýggjum uppgávum, sum hava støði í raðfestingum hjá Ráðharraráði Norðurlanda. Les meir um Norðurlandahúsið á heimasíðu húsins.
Norðurlandahúsið verður fíggjað av Ráðharraráði Norðurlanda við 92 prosentum og Føroya landsstýri við 8 prosentum.