Mentanarvirðislønir 2016


Mentanarvirðisløn Landsins 2016 verður latin Rúna Brattaberg, operasangara
(Mynd: Bjarni Nygaard. Rúni Brattaberg kundi ikki vera við til heiðursløtuna vegna framførslu í Leipzig, og mamma hansara, Karin Brattaberg, tók tí ímóti heiðrinum hansara vegna.)

Síðan aldarskiftið hevur Rúni Brattaberg virkað sum operasangari við operaleikhús kring stóran part av heiminum. Hóast hann lutfalsliga seint í lívinum valdi at halga seg operasangin, hevur hann við eyðsýndu evnunum og sterku, sermerktu rødd síni megnað at skapað sær eina undranarverda yrkisleið. Einamest hevur hann sligið sítt navn fast sum einastandandi tulkari av operum Wagners.

Tað lá kanska ikki í kortunum hjá bóndasoninum úr Fámará, at hann ein dag skuldi standa á mætasta operapallinum í heiminum, The Metropolitan Opera í New York og syngja Wagner - og tó. Á ungum aldri fór Rúni at syngja við kórinum Ljómi í Vági. Hóast upprunaliga útbúgvin dokumentarfotografur var tað alskurin til sangin, sum dró. Hann megnaði at fáa pláss í kórinum á Den Kongelige Opera í Keypmannahavn, áðrenn hann nam sær víðari útbúgving í sangi, fyrst á Sibelius Akademia í Helsinki og síðan á International Operastudio í Zürich.

Rúni hevur frá náttúrunnar hond eina serstakliga djúpa og orkufulla bassrødd og harumframt vilja og ágrýtni, sum ger, at hann í dag fær í boði  mest áhugaverdu operaleiklutirnar fyri bass. Við leiklutum so sum Gurnemanz og Titurel í Parsifal og König Marke í Tristan og Isolde eftir Richard Wagner, sum Baron Ochs í Der Rosenkavalier eftir Richard Strauss og sum Osmin í Die Entführung aus dem Serail eftir Wolfgang Amadeus Mozart hugtekur Rúni Brattaberg áhoyrarar og ummælarar um allan heim.

Fyri listaligu avrik síni fær Rúni Brattaberg

Mentanarvirðisløn Landsins 2016.

Rigmor Dam, landsstýriskvinna


Heiðursgáva Landsins 2016 verður latin Steinprent, grafiskum verkstaði
(Mynd: Bjarni Nygaard)

Í meldrinum á Skálatrøð við Vestaru vág í Havn, í hølum í gomlu fabrikkini hjá Öström, liggur Steinprent - listaligi savningarstaðurin hagar listafólk úr øllum ættum leita sær fyri at skapa, prenta og sýna fram list.

Grafiski verkstaðurin var settur á stovn í 1999. Eftir eitt tíggju ára skeið í hølum á Listasavni Føroya flutti verkstaðurin í 2009 oman á Skálatrøð og tók navnið Steinprent.

Her, mitt í Havnini, hava Jan Hartvig Andersson og Fríða Matras Brekku skapað eitt kveikjandi listaligt umhvørvi, ið dregur at sær bæði føroysk og altjóða listafólk. Steinprent, sum hevur útgerð í serflokki og góð framsýningarhøli, er karmur um eitt livandi umhvørvi, har listafólk hava góðar umstøður at virka og miðla sína list, og har listaáhugað kunnu uppliva list í heimsflokki.

Men mest av øllum eru tað fakligu førleikarnir, kreativu tilgongdirnar og arbeiðshugburðurin hjá Jan Hartvig Andersson og Fríðu Matras Brekku, sum draga listafólk at sær, og sum hava gjørt, at Steinprent í dag er eitt av fremstu grafisku verkstøðum í Norðurlondum.

Fyri mentanarligu avrikini fær Steinprent

Heiðursgávu Landsins 2016.

Rigmor Dam, landsstýriskvinna


Virðisløn til ungt listafólk 2016 verður latin Onnu Maluni Jógvansdóttur
(Mynd: Bjarni Nygaard)

Í  2015 gav Anna Malan Jógvansdóttir út yrkingasavnið

Undirfloyma, sum hon listprýddi sjálv.

Saman við myndum og yrkingum ferðast vit gjøgnum ein holdbundnan og stundum ræðandi vakurleika ímóti einum heimi, har eymleikin vónandi bíðar.

Anna Malan var millum tey heilt fáu, sum í fjør slapp inn á  Rithøvundaskúlan í Keypmannahavn.

Við hesum fær Anna Malan Jógvansdóttir

Virðisløn til ungt listafólk 2016.

Rigmor Dam, landsstýriskvinna

(Mynd: Bjarni Nygaard. Kórið Ljómur undir leiðslu av Petur Martin Johannesen sang)

Røður og tónleikur

Í ár vóru Mentanarvirðislønir Landsins handaðar á Seglloftinum á Tvøroyri. Nógv fólk vóru komin saman á loftinum, og løtan varð send beinleiðis í bæði útvarpi og sjónvarpi Kringvarpsins. Umframt heiðursrit og peningagávu, so fingu Rúni Brattaberg, Steinprent og Anna Malan Jógvansdóttir hvør sína røðu.

Annfinnur Thomasen helt røðu fyri Rúna Brattaberg, Oddfríður Marni Rasmussen helt røðu fyri Onnu Maluni, og Kinna Poulsen helt røðu fyri Jan Hartvig Andersson og Fríðu Matras Brekku í Steinprenti. Tónleikin stóðu kórið, Ljómur, sangarin Teitur og limir úr bólkinum Hamradún fyri. Ljómur sang fyrst og síðst, Teitur spældi eitt stykki, sum var sett saman av klavertónum og grafiskum myndum, og Pól Arni Holm og John Áki Egholm úr Hamradun sungu og spældu m.a. úr Sinklars vísu, eftir at Rúni Brattaberg hevði takka fyri heiðurin úr Leipzig, har hann er upptikin við operaframførslum.

Rigmor Dam, landsstýriskvinnan, gleddist í síni endarøðu m.a. um, at vit fáa alsamt fleiri yrkislistafólk í Føroyum. Vanliga verða Mentanarvirðislønir Landsins handaðar á føðingardegi William Heinesens, men vegna norðurlendska mentanarfestivalin Nordic Matters í London, var hátíðarhaldið útsett. William Heinesen var ein undangongumaður innan føroyska yrkislist, men tað gingu umleið 30 ár frá tí at hann gav út sítt fyrsta yrkingasavn, til hann kundi arbeiða sum rithøvundur burturav.

“List á høgum listaligum stigi kann hava eina tunga og trupla tilgongd. Og í nógvum førum er tað bara treiskni og áhaldni hjá listafólkunum fyri at takka, at tey ikki eru givin á hondum, og hava valt sær aðra yrkisleið, men hava tvíhildið um dreymin um, at yrkislistaleiðin við tíðini kanska – og bara kanska – fer at geva so mikið av sær, at tað fer at bera til at liva av henni,” segði landstýriskvinnan millum annað í sínari røðu og greiddi síðani frá, at fyri at bøta um umstøðurnar hjá yrkislistafólkum hevði landsstýrið gjørt av at styrkja Mentanargrunn Landsins komandi trý árini.

Nevndin fyri Mentanarviðislønina hevur seinastu trý árini (2014-2016) verið mannað við Armgarð Weihe, forkvinnu, Archibald Black, næstformanni, Róa Patursson, Urd Johannesen og Páll Danielsen. Fyrrverandi landsstýrismaður, Bjørn Kalsø, valdi Armgarð Weihe og Archibald Black. Hini umboðini vóru sett eftir tilmæli frá LISA. Hetta vóru seinastu virðislønirnar hjá nevndini.


(Mynd: Bjarni Nygaard. Páll Danielsen var vertur)


(Mynd: Bjarni Nygaard. Teitur spældi eitt serligt lag, har tónalagið eisini var grafiskt verk)


(Mynd: Bjarni Nygaard. Limir úr bólkinum Hamradun sungu og spældu)

(Mynd: Bjarni Nygaard. Annfinnur Thomasen helt røðu fyri Rúna Brattaberg)

(Mynd: Bjarni Nygaard. Kinna Poulsen helt røðu fyri Steinprenti)


(Mynd: Bjarni Nygaard. Oddfríður Marni Rasmussen helt røðu fyri Onnu Maluni Jógvansdóttur)


(Mynd: Bjarni Nygaard. Landsstýriskvinnan heilsar upp á Onnu Kirsten Thomsen, leiðari á Seglloftinum)

Røðan hjá Rigmor Dam, landsstýriskvinnu

Áðrenn handan:

Gott kvøld øll somul -

Hetta seinasta mikukvøldið í januar heiðra vit tey, ið fáa mentanarvirðislønir landsins fyri undanfarna árið. Vit eru komin saman á hugnaliga Seglloftinum við gamla Kgl. Handilin her á havnarlagnum á Tvøroyri. Í kvøld koma vit væl út um bryggjukantin, tí Kringvarp Føroya sendir beinleiðis frá handanini bæði í útvarpi og sjónvarpi – vælkomin øll somul.

Seinastu árini hava mentanarvirðislønir landsins verið handaðar á føðingardegi William Heinesens – men so er ikki í ár – ikki tí at William Heinesen ikki longur er tíðarbærur, men av tí at norðurlendsku mentamálaráðharrarnir síðsta vikuskiftið vóru savnaðir í Londum til setanina av norðurlendska mentanarfestivalinum Nordic Matters. Føroyar vóru sjálvandi umboðaðar á hátíðarhaldinum, sum markeraði byrjanina á festivalinum á Southbank Centre, sum liggur við ánna Thames í London. Festivalurin Nordic Matters, sum bjóðar fram norðurlendska mentan og list í London alt hetta árið, er eitt gott høvi at varpa ljós á føroyska mentan og list - og hjá føroyskum listafólkum at gera vart við seg uttan fyri Føroyar.

Í kvøld hátíðarhalda og heiðra vit mentan og list í Føroyum og vit skulu handa tríggjar virðislønir. Tær eru Mentanarvirðisløn Landsins, sum verður latin føroyskum mentafólki sum tøkk fyri útint listarligt avrik, Heiðursgáva Landsins, ið verður latin fyri at hava virkað til frama fyri mentanarlig virði, sum hava týdning fyri føroyska mentan, list og mentanararv og Virðislønin til ungt listafólk, sum í ár verður handað fyri sættu ferð. Eg vóni og vænti, at vit fáa eitt gott kvøld saman. Karmarnir eru einastandandi og hugnaligir, Kringvarp Føroya spennir seg út og sendir beinleiðis frá tiltakinum, og umframt røður og heiðursrøður fara vit at hoyra og síggja framførslur frá føroyskum listafólkum.

Gerið so væl!

___

Eftir handan:

Tá mentanarvirðislønirnar fyri 2015 fyri einum ári síðan, á føðingardegi William Heinesens, vóru handaðar í Norðurlandahúsinum, varð samstundis avdúkað, at landið hevði fingið í varðveitslu eintak av skaldsøguhandritinum ”Den Yderste Tid” eftir William Heinesen. Handritið er nú í varðveitslu á Landsbókasavninum, sum um ein mánaða, tann 23. februar, fer at hava eitt tiltak við fyrilestrum, upplestri, tónleiki og framsýning um handritið, sum ongantíð var givið út.

Í Dimmalætting tann 6. januar í ár viðger bókmentafrøðingurin Bergur Rønne Moberg eitt annað skaldsøguhandrit hjá Williami Heinesen, sum heldur ikki varð givið út. Tað er skaldsøguhandritið “Baalet”, sum er til skjals á Kgl. bókasavninum í Keypmannahavn. Í greinini í Dimmalætting viðger Bergur Rønne Moberg listaligu tilgongdina hjá Williami. Tað gingu um 30 ár frá tí at hann gav út sítt fyrsta yrkingasavn, til hann kundi arbeiða sum rithøvundur burturav. Tí hóast hann verður mettur sum fremsti rithøvundur, ið Føroyar hava átt, so var tað ikki fyrr enn við skaldsøguni “De fortabte spillemænd”, sum kom út í 1950, at William Heinesen fekk sítt veruliga frambrot sum rithøvundur.

List á høgum listaligum stigi kann hava eina tunga og trupla tilgongd. Og í nógvum førum er tað bara treiskni og áhaldni hjá listafólkunum fyri at takka, at tey ikki eru givin á hondum, og hava valt sær aðra yrkisleið, men hava tvíhildið um dreymin um, at yrkislistaleiðin við tíðini kanska – og bara kanska – fer at geva so mikið av sær, at tað fer at bera til at liva av henni.

Tí hóast William Heinesen framvegis er tíðarbærur og bøkur hansara eru tíðarleysar, so er tað eyðsæð, at tað tók honum drúgva tíð at menna seg til tann framúrskarandi rithøvund hann varð, og sum hann seinni varð heiðraður fyri við eitt nú Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins, Sonningprísinum og Norðurlendska Prísinum hjá Svenska Akademinum.

Man kann siga, at listin er tíðarbær og tíðarleys, men hon tekur tíð!

___

Herfyri fylti Listafólkasamband Føroya, LISA, 35 ár. Tá LISA varð sett á stovn, var tað við tí fyri eyga at bøta um korini hjá yrkislistafólkum í Føroyum. Og hóast ein kanning, sum LISA gjørdi síðsta heyst, vísir eina dapra mynd av livikorunum hjá listafólkum í Føroyum, so eru tað tó fleiri føroysk listafólk í dag enn fyri 35 árum síðan, sum kunnu liva av síni list.

Orsøkin er fyri ein part, at marknaðurin hjá føroyskum listafólkum ikki longur er avmarkaður til Føroyar. Teirra pallur er allur heimurin. Føroysk listafólk skapa, sýna og framføra film, tónleik, bókmentir, myndlist, palllist, design og arkitektur um allan heim  - og tað í tali og dygd sum er ófatilig.

Men tað hevur týdning, at eisini listafólk, sum velja at liva og virka í Føroyum, kunnu gera tað undir mannsømiligum korum.

Tað er við tí í huga - at bøta um umstøðurnar hjá yrkislistafólkum - at landsstýrið hevur gjørt av at styrkja Mentanargrunn Landsins komandi trý árini. Endamálið er at geva yrkislistafólkum umstøður at savna seg um sína list í eitt longri tíðarskeið. At listafólk hava góðar umstøður er ikki bara listafólkunum sjálvum at frama. Íløgur í mentan og list skapa ringar í vatninum, sum eru øðrum vinnum at frama, eitt nú ferðavinnu, matstovu- og gistingarhúsvinnu, útgávu- og handilsvinnu. Fyri ikki at tala um, at eitt livandi mentanarlív er týðandi fyri trivnaðin í okkara samfelag, og er viðvirkandi til, at ung fólk velja at búseta seg í Føroyum - og at kanska onkur av teimum tekur sær tíð at skapa tíðarbæra og tíðarleysa list!

Eg fari ikki at avdúka nakað gloymt ella goymt handrit í kvøld, men gleðast um, at tað grør um gangandi fót í føroyskum mentanarlívi. Eisini her í Suðuroy, har síðsta hond er við at verða løgd á nýggja mentanarhúsið Saltsiloina. Vit gleða okkum til at síggja og uppliva úrslitið!

Í kvøld hevur pallurin verið á hugnaliga Seglloftinum í søguliga bygninginum hjá T.F. Thomsen á havnalagnum á Tvøroyri, har vit hava heiðrað nøkur av Føroya fremstu mentanar- og listafólki, og nøkur av Føroya dugnaligu listafólkum hava ríkað okkum við framúr góðum framførslum.

Takk fyri í kvøld!

Leinki

Sjónvarpssendingin hjá Kringvarpi Føroya frá virðislønarhandanini

Samandráttur frá kvøldinum í D&V

Sending um Rúna Brattaberg, sum varð send kvøldið eftir, at hann hevði fingið Mentanarvirðisløn Landsins fyri 2016

Røðan hjá Kinnu Poulsen fyri Steinprenti

Røðan hjá Oddfríða Marna Rasmussen fyri Onnu Maluni Jógvansdóttir