Mentanar- og náttúruarvur

Okkara mentanar- og náttúruarvur fevnir í høvuðsheitum um alt tað, ið hevur týdning fyri okkum sum land og fólk. Mentanar- og náttúruarvur hava týdning fyri vitan, lívsvirði og trivnað, bæði úr staðbundnum og alheimsligum sjónarhorni.

Mentanar- og náttúruarvur eru eitt nú fornminni, bygningar, lutir, mál, bókmentir, list, handverk, fólkamentan, landsløg, steinar, plantur og djór. Mentanar- og náttúruarvur er tað, ið vit sum fólk lata víðari til eftirkomarar okkara.

Almanna- og mentamálaráðið hevur yvirskipaðu ábyrgdina av savnsøkinum, skjalasavnsøkinum og bókasavnsøkinum. Landið rekur hesar stovnar á økinum:

Landsbókasavnið

Tjóðskjalasavnið

Tjóðsavnið

Listasavn Føroya