
Kirkjubømúrurin
Múrurin í Kirkjubø er eitt av mætastu fornminnum í Føroyum. Í miðøld var Kirkjubøur kirkju- og mentanarmiðdepil føroyinga.
Seinastu nógvu árini hevur Føroya Fornminnissavn arbeitt við varðveiting av Múrinum í Kirkjubø, og nú sæst so smátt ein endi á drúgva arbeiðinum. Í 2012 verður farið í gongd við umvæling av múrverkinum. Umvælingararbeiðið fer væntanti at taka 4 ár.
Les meira um Kirkjubømúrin á www.fornminni.fo
Heinta álit um Kirkjubømúrin:
AlitUmKirkjubomurinNov2008.pdf