Livandi mentan

Tjóðsavnið er farið undir at gera eina skrá yvir siðarv í Føroyum, ið verður nevnd Livandi mentan. Ætlanin við skránni er at vísa á tað ríkidømi og margfeldi av siðaarvi, ið er í Føroyum og at breiða út vitan og økja um áhugan fyri siðaarvinum. Tað stendur øllum í boði at senda Tjóðsavninum uppskot um evni at seta í skránna.

Skráin Livandi mentan verður gjørd sum liður í arbeiðinum við UNESCO sáttmálanum um verju av siðaarvi frá 2003. Endamálið við sáttmálanum er at lata upp fyri, at fólk í øllum heiminum kunnu seta orð á sín egna siðaarv, og á tann hátt tryggja, at siðaarvurin ikki verður gloymdur, men kann verða førdur víðari til komandi ættalið. Føroyar tóku undir við sáttmálanum 1. oktober 2018.

Siðaarvur, so sum siðvenjur, ímyndir, framburðir, vitan, dugnaskapur, eins og tól, lutir, gripir og mentanarlig rúm, ið havi tilknýti til siðaarvin, og sum samfeløg, bólkar og í einstøkum førum einstaklingar viðurkenna sum part av sínum mentanararvi kunnu verða sett í skránna. Einans siðaarvur, sum er í tráð við galdandi mannarættindi og ber í sær virðing millum samfeløg, bólkar og einstaklingar, og sum fremur burðardygga menning, kann sambært UNESCO sáttmálanum um verju av siðaarvi verða tikin við í hesa skrá. Skáin er her.

Skráin Livandi mentan / Inventory of Living Culture

Tjóðsavnið førir skránna Livandi mentan

Skráin Livandi mentan

Livandi mentan er ein skrá yvir siðaarv í Føroyum. Tað stendur øllum í boða at senda uppskot um sín siðaarv at seta í skránna. 

Skráin er liður í arbeiðinum við UNESCO sáttmálanum um verju av siðaarvi.

Kunning um sáttmálan á heimasíðuni hjá UNESCO (á enskum) er her.

Tjóðsavnið umsitur sáttmálum um verju av siðaarvi og førir skrá yvir siðaarv. Skráin Livandi mentan sæst her.

Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Tjóðsavnið á savn@savn.fo ella á telefon +298 340 500

Leinkjur til skráir yvir siðaarv í Norðurlondum