Millumtjóða samstarv
Føroyar taka lut í norðurlendskum og altjóða samstarvi á mentanarliga økinum.
Føroyar fingu atlimaskap í UNESCO í 2009. UNESCO virkar fyri altjóða samstarvi innan útbúgving, vísind og mentan.
UNESCO hevur eina røð av sáttmálum, ið skulu tryggja varðveiting av mentanar- og náttúruarvi.
UNESCO hevur eisini ein lista yvir heimsarv, ið hevur sum endamál at varpa ljós á felags mentanar- og náttúruarv heimsins og harvið fremja varðveiting og vernd.
Útvið 1000 støð kring allan heim er á heimsarvslistanum. Føroyar eru ikki umboðaðar á listanum.
Les meira á www.unesco.org
Føroyar hava samstarvsavtalur á mentanarliga økinum við fleiri av grannalondum okkara.
Avtala er um samstarv innan mentan, útbúgving og gransking millum Hetland og Føroyar:
Agreement hetland.pdf
Avtala er um samstarv innan mentan, útbúgving og gransking millum londini í Útnorði - Grønland, Ísland og Føroyar:
útnorðuravtalan.pdf