Átak

Mentamálaráðið skipaði 1. desember 2011 saman við Vinnumálaráðnum (Invest in the Faroes) og Løgmansskrivstovuni (Uttanríkistænastuni) fyri einum evnisdegi um kreativar vinnur.

Endamálið við evnisdegnum var serliga at varpa ljós á íløgur og útflutning.

Millum størstu avbjóðingarnar fyri kreativu vinnurnar er at fáa íleggjarar og at koma sær út á altjóða pallin.

Eisini var endamálið við degnum at kveikja kjak um búskaparliga týdningin av kreativum vinnum í Føroyum, nú og í framtíðini.

Gestarøðarar á evnisdegnum vóru

(IS) Margrét Sigrún Sigurðardóttir, ið hevur staðið fyri nýggjari kortlegging av kreativa búskapinum í Íslandi. Hon legði fram niðurstøður úr frágreiðingini, tosaði um týdningin av kortleggingini, og hvussu kanningin varð til. Framløgan hjá Margrét Sigrún Sigurðardóttir kann takast niður í pdf-líki her.

(IS) Egil Másson, frá Nýsköpunarsjóður atvinnulifsins (New Business Venture Fund) segði frá teirra royndum við váðafúsum íløgum í kreativar vinnur, og um “the perfect business plan”. Framløgan hjá Egill Mássyni kann takast niður í pdf-líki her.

(DK) Kristian Riis, frá Volcano Management í Danmark hugleiddi um implementering av útflutningsstrategium innan tónleikavinnu. Umframt sítt dagliga yrki, er Kristian ráðgevi í danska útflutningsráðnum við sergrein innan tónleik. Hann er somuleiðis gittarleikari í danska bólkinum Nephew. Framløgan hjá Kristian Riis kann takast niður í pdf-líki her.

(FO) Guðrun & Guðrun / Heini Zachariasen: Vivino: Tvey umboð fyri kreativar fyritøkur, ið hava royndir við vakstrarfígging og altjóða marknaðarføring, søgdu frá sínum royndum og tankum um m.a. íløgufígging til kreativa vinnu. Framløgan hjá Heina Zachariasen kann takast niður í pdf-líki her.

(FO) Jákup Veyhe, Klippfisk: Filmsvinnan – ein framtíðar vinnumøguleiki? Lýsing av vakstrarmøguleikum innan eina framtíðar filmsvinnu í Føroyum.