Yvirlýsing
25. februar 2022
Tjóðarnevndirnar hjá UNESCO í Evropu og aðrastaðni fordøma álopið á Ukraina
Hendingarnar seinastu dagarnar eru tekin um eitt vegamót fyri Ukraina, Evropa og allan heimin.
Tjóðarnevndirnar hjá UNESCO í Evropu og aðrastaðni fordøma upp á tað harðasta russiska álopið á Ukraina. Vit sýna okkara samhuga við ukrainska fólkinum, íroknað tíðindafólkunum sum siga frá úr stríðsøkinum og lærarum, lesandi og næmingum, sum hava rætt til at vera útbúgvin í friði. Vit stuðla av fullum huga okkara samstarvsfeløgum, sum arbeiða fyri málunum og virðunum hjá UNESCO í Ukraina og aðrastaðni.
Tann 24. februar kravdi UNESCO virðing fyri altjóða ”humaniterari” lóg. Ítøkiliga varð kravd verja av frælsi til kunning, verja av miðlafólki og virðing fyri Haag sáttmálanum um vernd av mentanarvirðum í vápnaðum stríði. Tað eru sjey UNESCO heimsarvsstøð í Ukraina. Eftir vaksandi harðskapin heitti ST-aðalskrivarin António Guterres á russiska forsetan um at taka herdeildirnar aftur úr Ukraina.
Tjóðarnevndirnar hjá UNESCO í
Albania, Andorra, Belgia (Flanders), Bulgaria, Estlandi, Eysturríki, Føroyum, Finnlandi, Fraklandi, Italia, Íslandi, Kanada, Kroatia, Letlandi, Litava, Luksemborg, Niðurlondum, Noregi, Pólandi, Portugal, Rumenia, Slovakia, Slovenia, Svøríki, Sveits, Turkalandi, Týsklandi, UK og Ungarn.
Yvirlýsingin á enskum:
25 February 2022
The National Commissions for UNESCO of Europe (and beyond) condemn the attack on Ukraine
Recent events mark a watershed for Ukraine, Europe and the whole world.
The National Commissions for UNESCO of Europe (and beyond) condemn the attack on Ukraine by the Russian Federation in the strongest terms. We express our solidarity with the people of Ukraine, which includes the journalists covering the conflict zone, and the teachers, educators, students and pupils who have the right to be educated in peace. We fully support our partners who advocate for UNESCO's goals and values in Ukraine and beyond.
On 24 February, UNESCO called for the respect of international humanitarian law. Specifically, it called for the preservation of freedom of information, the protection of media professionals and to respect the Hague Convention for the Protection of Cultural Property in the Event of Armed Conflict. A total of seven UNESCO World Heritage sites are located in Ukraine. Following the recent escalation of violence, the UN Secretary General Mr. António Guterres asked the Russian President to withdraw his troops from Ukraine.
National Commissions for UNESCO of
Albania, Andorra, Austria, Belgium (Flanders), Bulgaria, Canada, Croatia, Estonia, Faroes, Finland, France, Germany, Hungary, Iceland, Italy, Latvia, Lithuania, Luxembourg, Netherlands, Norway, Poland, Portugal, Romania, Slovakia, Slovenia, Sweden, Switzerland, Turkey, United Kingdom.