Føroyar hava tikið undir við hesum UNESCO sáttmálum á mentanarøkinum:
UNESCO sáttmálin um vernd av heimsins mentanar- og náttúruarvi frá 1972 (heimsarvssáttmálin).
Føroyar tóku undir við sáttmálanum í 1980.
UNESCO sáttmálin um vernd av mentanarvirðum í vápnaðum stríði við tilhoyrandi protokol frá 1954 og 1999 (Haag sáttmálin).
Føroyar tóku undir við sáttmálanum í 2003.
UNESCO sáttmálin um at banna og forða fyri ólógligum inn- og útfluttningi og ognarskifti av mentanarvirðum frá 1970.
Føroyar tóku undir við sáttmálanum í 2008.
UNESCO sáttmálin um verju av siðaarvi frá 2003.
Føroyar tóku undir við sáttmálanum í 2018.
UNESCO sáttmálin um mentanarligt margfeldi frá 2005
Føroyar tóku undir við sáttmálanum í 2024.