UNESCO aðalfundurin
Á aðalfundinum í UNESCO annaðhvørt ár møtast limalond, atlimalond og altjóða felagsskapir at umrøða mál innan virkisøkini hjá UNESCO.
Føroyar hava tikið lut á aðalfundum síðan 2009.
Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og mentamálum, Jenis av Rana, tók lut á 40. aðalfundi í Paris í november 2019. Á fundinum bara landsstýrismaðurin fram røðu vegna Føroyar, og hitti leiðaran fyri skrivstovuna fyri sáttmálan um verju av siðaarvi, sum Føroyar tóku undir við í 2018. Landsstýrismaðurin luttók eisini á fundi fyri útbúgvingarmálaráðharrar.
Á aðalfundinum var felags norðurlendsk móttøka fyri samstarvspørtum í UNESCO.
Næsti aðalfundur verður í 2021.