Stovnar og feløg

Rættindahavarafelagsskapir

Vanligt er, at rættindahavarar skipa seg í felagsskapum, ið varða av rættindunum teirra vegna. Flestu føroysku rættindahavarar eru skipaðir í KODA, Gramex og Fjølrit.

KODA umboðar tónaskøld, sangskrivarar, teksthøvundar og tónleikaforløg.

Gramex umboðar sangarar, tónleikarar og plátufeløg.

Fjølrit hevur loyvi at umsita øll hugverk, sum koma undir virkisøkið hjá limafeløgunum, ið eru Rithøvundafelag Føroya, Føroysk tónaskøld, Føroysk myndlistafólk, Føroyskir yrkisfotografar, Føroysk bókaforløg, Føroysk miðlafólk. Fjølrit hevur tí loyvi at samráðast og gera sáttmálar um brúk vegna tær listagreinar, limafeløgini umboða, og skal tá umboða bæði limir og ikki limir. Fjølrit umsitur brúk av teksti, myndum og nótum av hesum listagreinum.


Filmex hevur góðkenning at fyrisita tey rættindi, ið nevnd eru í § 31, stk. 2 í upphavsrættarlógini t.e. almannakunngjørd verk, sum Kringvarp Føroya hevur framleitt, og sum eru í miðlasavni Kringvarpsins. Verkini kunnu verða endursend, og almenningurin kann fáa atgongd til tey á sjálvvaldum staði og til sjálvvalda tíð, tá ið avtala um viðurlag fyriliggur við Filmex. Ásetingin er eisini galdandi fyri sendingar, sum eru gjørdar, tá ið lógin kom í gildi.

Copydan Verdens TV hevur góðkenning at fyrisita tey rættindi, ið fevnd eru av § 35 í upphavsrættarlógini, sum ikki eru umboðað av Koda ella Gramex t.e. verk, ið verða send tráðleyst í útvarpi ella sjónvarpi.

Copydan AVU Medier hevur góðkenning at fyrisita tey rættindi, ið fevnd eru av § 13 í upphavsrættarlógini t.e. audiovisuelt tilfar, ið verður brúkt innan undirvísing.