Avlamisveiting

Er arbeiðsførið, orsakað av avlamni læknaliga sæð er so víttfevnandi, at tað undir vanligum umstøðum vildi givið rætt til miðal- ella hægstu fyritíðarpensjón, kanst tú fáa avlamisveiting.

Sum dømi um, hvør kann fáa avlamisveiting, kann nevnast ein likamliga avlamin persónur, sum, hóast skerda likamliga førleikan, kann arbeiða fulla tíð í skrivstovuyrki, sum lærari, leiðari á virki, ráðgevi o.s.fr. Eisini kann persónar, sum hevur týðandi samskiftistrupulleikar orsakað av álvarsligum hoyriskaða, fáa avlamisveiting.

Kunna teg nærri á heimasíðuni hjá Almannaverkinum.

Snarslóð