Fólkapensjón
Pensjónsaldur hækkar
Tann 1. juli 2024 hækkar fólkapensjónsaldurin til 67 ½ ár. Hetta merkir, at tey sum eru fødd aftaná 30. juni 1957 kunnu fáa fólkapensjón, tá ið tey eru 67 ½ ár. Nærri kunning um broytingina er at síggja á heimasíðuni hjá Almannaverkinum.
Pensjónsaldurin í Føroyum er 67 ár fyri persón, ið er føddur áðrenn 1. juli 1957. Fyri persón, ið er føddur í tíðarskeiðnum 1. juli 1957 til 31. desember 1962, er pensjónsaldurin 67 ½ ár. Fyri persón, ið er føddur eftir 31. desember 1962 er pensjónsaldurin 68 ár.
Høvuðsreglan er, at tann, sum fær fólkapensjón:
- er danskur ríkisborgari,
- hevur fastan bústað í Føroyum ella hýru við føroyskum skipi,
- hevur havt fastan bústað í danska ríkinum í minsta lagi í 3 ár millum tað fylta 15. árinum til fylta 67. ári.
Fólkapensjónin kemur ikki av sær sjálvum. Søkjast skal um fólkapensjón við at fylla út og lata Almannaverkinum oyðublað. Kunnað teg nærri á heimasíðuni hjá Almannaverkinum.
Pensjónsnýskipanin kom í gildi 1. januar 2020, og tað vil siga, at tey, sum fylla 67 ár frá hesum degi, hava rætt til fólkapensjón sambært nýskipanini. Tey, sum longu eru fólkapensjónistar ella fylla 67 ár í 2019, fáa fólkapensjón eftir reglunum áðrenn pensjónsnýskipanina.
Føddur áðrenn 1953
Fólkapensjónin er samansett av grundupphædd og viðbót. Øll hava rætt til fulla grundupphædd, uttan mun til inntøku aftrat pensjónini. Grundupphæddin er skattafrí.
Viðbótin, sum er skattskyldug, er tengd at inntøkuni hjá tær og møguligum hjúnafelaga. Er tú ógiftur, so kanst tú hava inntøku upp til 45.000 kr. um árið, uttan at viðbótin lækkar. Er tú giftur kunnu tú og hjúnafelagin hava inntøku á tilsamans 90.000 kr. um árið, uttan at viðbótin lækkar.
Tú kanst velja, um inntøkan hjá hjúnafelaga skal telja við, tá viðbótin verður ásett. Tað kann ávísum førum vera ein fyrimunur, at inntøka hjá hjúnafelaga verður tikin við í útrokningargrundarlagið. Tað veldst um, hvussu høg inntøkan er, og um hvussu inntøkan hjá tykkum sum hjún er býtt millum teg og tín hjúnafelaga. Almannaverkið vegleiðir, um tað loysir seg fíggjarliga hjá tær, at inntøkan hjá hjúnafelaga verður tikin við.
Harumframt kunnu fólkapensjonistar fáa viðbót til ávísar pensjonistar. Viðbót til ávísar pensjonistar er eisini kent undir heitinum brennistuðul. Um tú hevur rætt til brennistuðul veldst um inntøkuna, sum tú og møguligur hjúnafelagi ella samlivari hava aftrat fólkapensjón og samhaldsfasta. Giftir pensjonistar og pensjonistar í parlagi fáa eina viðbót í felag. Brennistuðulin er ikki skattskyldugur.
Leggjast skal aftrat, at fólkapensjonistar eisini fáa útgjald úr Samhaldsfasta. Samhaldsfasti verður útgoldin uttan mun til, um tú hevur aðra inntøku. Samhaldsfasti er málsøki hjá landsstýrisfólkinum í fíggjarmálum. Nærri kunning um Samhaldsfasta er síggja á heimasíðuni hjá TAKS.
Meira kann lesast um treytir og rættindi til fólkapensjón á heimasíðuni hjá Almannaverkinum.
Føddur aftaná 1952
Um tú ikki hevur inntøku aftrat fólkapensjón og Samhaldsfasta, tá so at siga ongin munur millum nýggju- og gomlu pensjónsskipanina. Inntøkan eftir skatt er áleið tann sama.
Eins og við galdandi pensjónsskipan er pensjónin sett saman av eini grundupphædd, sum er skattafrí, og eini viðbót, sum er skattskyldug. Fyllir tú 67 ár í 2020 ella seinni, hevur tú ikki rætt til brennistuðul, men í staðin er viðbótin hægri enn hjá pensjónistum føddir áðrenn 1953.
Aftrat fólkapensjónini fáa fólkapensjónistar útgjald úr Samhaldsfasta. Samhaldsfasti verður útgoldin uttan mun til, um tú hevur aðra inntøku. Samhaldsfasti er málsøki hjá landsstýrisfólkinum í fíggjarmálum. Nærri kunning um Samhaldsfasta er síggja á heimasíðuni hjá TAKS, www.taks.fo.
Hevur tú hjúnafelaga, ið hevur inntøku, hevur tað ikki týdning fyri tína fólkapensjón. Tað er bert tín egna inntøka, sum avgerð, hvussu stóra upphædd tú hevur rætt til. Hevur tú inntøku lægri enn 45.000 kr. fært tú fulla grundupphædd og fulla viðbót. Fer inntøkan uppum 45.000 kr. lækkar fyrst grundupphæddin, og tá hon er fult mótroknað, lækkar viðbótin.
Er inntøkan nóg høg, eru bæði grundupphæddin og viðbótin lækkað niður í 0, og tá er sostatt bert Samhaldsfasti eftir. Fólkapensjonistar, sum hava arbeiðsinntøku, kunnu velja at útseta pensjónina og afturfyri fáa hægri upphædd seinni.