Fyribils uppihaldshjálp
Tú kanst søkja um fyribils uppihaldsveiting, um tú hevur verið fyri eini almannahending so sum sjúku, barnsburði, samlívssliti, vantandi arbeiðsmøguleikum ella øðrum broytingum, sum gera, at tú fyribils ikki er før/-ur fyri at uppihalda tær, tínum hjúnafelaga ella børnum undir 18 ár.
Fyribils uppihaldsveiting verður ikki veitt, um tú kanst nøkta uppihaldstørvin á annan hátt eitt nú við ogn, inntøku, ella øðrum útgjaldi. Tað vil siga, at tú skal hava troytt allar møguleikar fyri at tryggja tær uppihald.
Kunna teg nærri um um treytir fyri veiting og áseting av fyribils uppihaldsveiting o.a. á heimasíðuni hjá Almannaverkinum.