Sjúkradagpeningur

Ert tú løntakari, hevur tú rætt til sjúkradagpening, tá ið tú ikki hevur rætt til løn frá arbeiðsgevara í sambandi við óarbeiðsføri vegna sjúku, skaðatilburð ella barnsburð. Treytin er, at tú heldur ikki hevur rætt til tryggingarendurgjald, barnsburðargjald ella annað tílíkt.

Ein fyribils veiting

Sjúkradagpeningur er ein fyribils veiting, sum tú kanst søkja, um tú vegna sjúku ella skaðatilburð ikki kanst røkja títt starv og tí missir arbeiðsinntøku. Tú kanst eisini fáa dagpening vegna sjúku, um tú er óarbeiðsfør vegna viðgongu.

Somuleiðis kanst tú fáa rætt til dagpening, um tað gerst alneyðugt at verða um álvarsliga sjúkan hjúnafelaga ella barn. Hevur tú rætt til løn undir sjúku, kanst tú ikki fáa dagpening.

Foreldur, sum eru heima hjá sjúkum barni á barnsins fyrsta og øðrum sjúkradegi, kunnu fáa dagpening vegna sjúku.

Sjálvstøðug vinnurekandi

Ert tú sjálvstøðugur vinnurekandi, kanst tú eisini tryggja tær dagpening frá 1. fráverudegi.

Treytin fyri at tekna trygging er, at tú ikki er óarbeiðsfør/-ur, at heilsustøðan ikki er munandi viknað ella at vandin fyri sjúku er munandi øktur. Eisini er kravt, at umleið 75 % av inntøkuni hjá tær skal stava frá sjálvstøðuga virkseminum. Er treytin viðvíkjandi inntøkuni ikki lokin, dettur tryggingin burtur.

Nærri fæst at vita um rættindi og treytir viðvíkjandi sjúkradagpeningi á heimasíðuni hjá Almannaverkinum.