Faldarin fyri útlendingar
Fyrsta heildarætlanin um harðskap í parlagi og nærsambondum frá 2012 hevði eitt upplýsandi og fyribyrgjandi átak, ein faldara, ið serliga vendi sær til útlendskar kvinnur við uppihaldsloyvi í Føroyum. Við átaki 5 í teirri nýggju heildarverkætlanini, varð støða tikin til at dagføra hetta tilfarið sum upplýsing til tilflytarar.
Tað hevur seinastu árini víst seg ein støðugur vøkstur í talinum á tilflytarum til Føroya, og tørvurin á einum faldara sum hesum er sannlíkt enn størri enn áður. Sama myndin vísir seg í grannalondunum, har tey gera serligar loysnir fyri at hjálpa útlendskum kvinnum, ið eru í einari serliga viðkvæmari støðu, tá tær eru fyri harðskapi í parlagi. Hesar kvinnurnar hava nevniliga, í nógvum førum, ikki somu sosialu trygdarskipan, sum føroyskar kvinnur vanliga hava.
Royndirnar úr Kvinnuhúsinum vísa framvegis, at fleiri av hesum kvinnunum als ikki kenna nokk til føroyska samfelagsbygnaðin, hvørji rættindi tær hava, og hvørjar myndugleikar tær kunnu seta seg í samband við, um tær eru fyri harðskapi, eins og hvagar tær skulu venda sær við ymiskum viðurskiftum, eisini um børnini. Somuleiðis uppliva fleiri teirra, at makin hóttir við, at tær verða sendar av landinum, um tær boða nøkrum frá harðskapinum. Hesi viðurskifti undirbyggja somuleiðis, at neyðugt er at dagføra og tillaga tilfarið úr fyrru heildarætlanini og geva tað út av nýggjum.
Faldarin finst á prenti, har teksturin er at finna á seks málum: enskum, filipinskum, rumenskum, sponskum, thai og ukraniskum Til ber somuleiðis at taka niður teldutøka útgávu av faldara við øllum seks málum, sí leinkju í høgra bredda. Útgávur við faldaranum fyri hvørt málið sær, finnast somuleiðis teldutøkar her á heimasíðuni, sí myndir við leinkjum niðanfyri.
Saman við Sig frá/Almanna- og mentamálaráðið, eru tað Útlendingastovan og Kvinnuhúsið, sum hava staðið fyri arbeiðinum.
Enskt | Filipinskt | Rumenskt |
Spanskt | Thai | Ukrainskt |