Eldri heildarætlanir
AMR arbeiðir við heildarætlanum
Harðskapur í parlagi og nærsambondum
Í Heildarætlan at fyribyrgja harðskap í parlagi og nærsambondum frá 2011 eru 18 ítøkilig átøk, sum millum annað snúgva seg um upplýsing, kunning, viðgerðartilboð o.a.
Heildarætlanin er, sum heitið sigur – ein heild. Ætlanin fevnir bæði um upplýsing, fyribyrging, tiltøk til tann, ið raktur er av harðskapi, og til tann, ið fremur harðskap, og tiltøk, ið venda sær til myndugleikar.
Les heildarætlanina frá 2011 “Harðskapur í parlagi og nærsambondum”
Heildarætlan um kynsligan ágang
Í Heildarætlan um kynsligan ágang frá 2015 eru 8 ítøkilig átøk, sum øll eru ætlað at virka fyri tí máli,
- at í Føroyum skal eingin vera fyri kynsligum ágangi, og fyri,
- at tey, sum hava verið fyri ágangi, skulu fáa hjálp at bøta um árinini av áganginum.
Les heildarætlanina frá 2015 “Heildarætlan um kynsligan ágang”