Framleitt tilfar

Almenn upplýsing hevur verið ein berandi partur av verkætlanunum. Tí er eisini nógv tilfar komið út, síðani fyrsta heildarætlanin varð løgd fram í 2011. Nøkur dømi eru at finna her á síðuni.

Sjónvarpslýsingar 
Sum partur av verkætlanini eru sjónvarpslýsingar framleiddar, sum hava verið vístar í Kringvarpi Føroya. Endamálið var at savna ambassadørar, ið føroyingar kenna seg aftur í, sum standa saman um, at harðskapur ikki eigur at verða góðtikin. Hendan lýsingin varð framleidd í 2015:

Hevur tú framt harðskap? 
Eitt av átøkunum í upprunaligu heildarætlanini var at veita viðgerð til teirra, ið fremja harðskap. Til hetta vórðu ein faldari og sjónvarpslýsing framleidd, ið vísa á, hvar tú kanst leita tær hjálp. Hendan lýsingin varð framleidd í 2017:

Filmur til átakið "Steðga haturstalu! Ver ein hetja!" frá 2018

Filmur til átakið "Mynd krevur samtykki" frá 2017

Sex krevur samtykki filmar frá 2016:

 Filmur 2: Vit flirtaðu alt kvøldið....
Filmur 3: Eg var á veg heim úr býnum....
Filmur 4: Vit vóru í einum balli....

Lýsingar 
Fleiri lýsingar hava verið brúktar í sambandi við verkætlanina, sum dømi hesar

Faldarar

Faldarin um harðskap frá 2016

Tað ber til at fáa hjálp um ein hevur avbjóðingar og fremur harðskap, kunning í hesum sambandi finst í m.a. hesum fladarunum

Feel Free frá 2012
Faldarin "Feel Free" - kunning rættað ímóti útlendskum kvinnum.

Ráðstevnan "Bryt tabút" 

Dagarnar 11. og 12. september 2017, varð saman við Nordens Velfærdscenter skipað fyri spennandi ráðstevnu í Norðurlandahúsinum. Luttakarar vóru bæði úr Føroyum og uttanlanda.
Les og lurta nærri HER
og skráin sæst HER

Mandela lýsing frá 2017