Søgan hjá Sig frá
Í november 2010 varð samtykt, at ein heildarætlan um harðskap skuldi gerast. Ein arbeiðsbólkur varð settur at arbeiða við hesum, og 8. mars 2011 varð fylgifrágreiðing fyri Heildarætlanina um harðskap í parløgum og nærsambondum løgd fram.
Í ætlanini eru 18 ítøkilig átøk, sum millum annað snúgva seg um upplýsing, kunning, vegleiðing, viðgerðartilboð o.a. Samskipari varð settur og serliga hevur verið arbeitt við økinum stuðul til harðskapsrakt, upplýsing og fyribyrging av harskapi við tiltøkum av ymiskum slagi, eins og átøkum, ið venda sær til tey, sum fremja harðskap.
Harðskaparætlanin definerar harðskap í breiðastu merking, bæði likamligan, sálarligan, kynsligan, materiellan og fíggjarligan harðskap og ágang.
Sig frá tiltøk hava í tveimum førum verið kring landið, har greitt hevur verður frá arbeiðinum við heildarætlanini um harðskap í parløgum og nærsambondum. Kunningarferðin, sum Sig frá undir Almanna- og mentamálaráðið hevur skipað fyri, hevur verið væl móttikin.
Fyrilestrahaldarar hava greitt frá um ymisk evni: Sálarfrøðingur um, hví og hvussu harðskapur er skaðiligur, løgfrøðingur um fráboðanar- og tagnarskylduni og SSP-politistur um sítt arbeiði.
Øll í Føroyum skulu hava møguleika at kunna seg um ætlanina, sum snýr seg um harðskap í breiðastu merking. Greiði boðskapurin er: