Tíðarlinja
2010 | - Fyrstu stigini til Heildarætlan um harðskap 25. november |
2011 | - Heildarætlan um harðskap í parlagi og nærsambondum løgd fram 8. mars |
| - Fylgifrágreiðing til sjálva heildarætlanina liðug og løgd fram 25. november |
2012 | - Samskipari settur og verkætlanin við 18 átøkum sett at vara í fimm ár, |
2013 | - Heildarætlan fær nýggjan samleika og kallast Sig frá! |
| - Kunningartiltøk um Sig frá verkætlanina eru um alt landið |
2014 | - Kunningartiltøk um Sig frá verkætlanina eru um alt landið |
2015 | - Avgerð tikin um víðka arbeiðið við Heildarætlanini um kynsligan ágang, |
| - Tiltak 25. november á Altjóða degi móti harðskapi móti kvinnum fyrstu ferð |
2016
| - Heildarætlanini um kynsligan ágang fylgir fyrru verkætlanini og byggir á 8 nýggj átøk. Yvirskipaða málið: vit skulu tosa hart um tað, |
| - Summarátakið #Sex krevur samtykki fyrstu ferð |
2017 | - Vika Sex tiltak fyrstu ferð |
| - Ráðstevnan Bryt Tabu í Norðurlandahúsinum 11.-12. september |
2021 | - Harðskapskanningin verður løgd fram 20. mai í Almannamálaráðnum |
| - Báðar verkætlanirnar verða eftirmettar |
2022 | - Peningur verður settur av á fíggjarlógini at byrja harðskapsmóttøku |
| - Samleikin fyri Sig frá verður dagførdur |
| - Arbeiðið við nýggju harðskapsmóttøkuni byrjar |
2023 | - Arbeiðsbólkur fer undir arbeiðið at fyrireika nýggja heildarætlan um harðskap í parlagi og nærsambondum og verður hon handað landsstýriskvinnuni Sirið Stenberg tann 28. august |
| - 18. september lat víðkaða harðskapsráðgevingin í Kvinnuhúsinum upp í nýggjum høli og fekk samstundis búmerki og navnið Liv uttan harðskap. |
| - 7. desember 2023 luttóku omanfyri 50 fólk á verkstovu, har evnið var at fáa markamótaarbeiði, í sambandi við harðskapsøkið, at rigga betri. Tey, ið vóru boðin við, eru breitt umboðaði myndugleikar, fakfólk og stovnar, og sum arbeiða við og í markamótinum til harðskapsøkið. Les nærri HER |
2024 | - 17. apríl er skeið við Helle Hald um ásetingar og um nýggju krøvini, samtykkilógin setur viðkomandi stovnum, sum løgreglu, rætti, sakførarum um rættindi og tørvir hjá órættaða, og um leiklutin hjá hjásitum í neyðtøkumálum. Tað er Sig Frá saman við Kvinnuhúsið, Kvinnufelagið og Amnesty sum saman fyrireika skeiðið. |
| - Í juli 2024 verður søkt verður eftir fólki til nýggjan Vitanardepil í Kvinnuhúsinum og frá 1. oktober 2024 er Rakul Dalsgaard-Jakobsen sett í starvið. Hon er útbúgvin, fyrst sum sosialráðgevi og síðani kandidatur í sosialum arbeiði, cand.soc. |
| - Viku 47, verður settu vit hol á eina spennandi viku við skeiðum fyri eini 80 fakfólki, breitt umboðandi føroyskar myndugleikar, fakfólk og stovnar, og sum arbeiða við og í markamótinum til harðskapsøkið, at luttaka á skeiðinum: “Harðskapsfatan og arbeiðið við harðskapsraktum” Tað eru Anne Zacho Møller og Karen Boesen, sum báðar eru partar av Danner í Keypmannahavn, sum undirvísa. Tað eru Sig frá-verkætlanin og Kvinnuhúsið, í samstarvi við Nám, sum eru ábyrgdarar. |