KYNSBROTSVERK: ÁSETINGARNAR, STOVNARNIR, ÓRÆTTAÐU OG HJÁSITNARNIR
Í 2022 varð ásetingin í revsilógini um neyðtøku broytt til at vera grundað á samtykki, og íárið eftir vórðu
ásetingarnar um kynsliga avnoyðslu og lokking lagdar afturat revsilógini. Hesar broytingarnar seta
nýggj krøv til stovnar og starvsfólk, ið hava við økið at gera t.d. rættin, løgregluna, sakførarar og
onnur.
Í tí sambandi varð skipað fyri skeiði 17 apríl í 2024. Tað var við Helle Hald, sakførara, um nevndu ásetingar; um nýggj krøv samtykkislógin setur viðkomandi stovnum og rættinum; um rættindi og tørvir hjá
órættaðu; og um leiklutin hjá hjásitum í neyðtøkumálum.
Helle er forkvinna í Bistandsadvokaternes Landsforening, talsfólk og sakførari hjá felagsskapinum Hjælp Voldsofre, og hevur í 30 ár verið hjásiti hjá óteljandi offrum fyri kynsbrotsverkum. Seinastu árini hevur Helle varnast, at leikluturin sum hjásiti er broyttur, og at krøv nú eisini verða sett til aðrar førleikar enn einans løgfrøðisligu førleikarnar hjá hjásitunum. Helle er ein av fremstu serfrøðingunum innan samtykkislógina, og hevur hildið nógv skeið um lógina og leiklutin sum hjásiti.
Skeiðið var ætlað hjásitum, starvsfólkum á stovnum, sum hava við offur fyri kynsbrotsverk at gera og
øðrum, sum á annan hátt hava við økið at gera.
Tað vóru Sig frá, Kvinnuhúsið, Kvinnufelagið í Havn og Amnesty Føroyar sum skipaðu fyri.
HARDSKAPSFATAN OG ARBEIÐIÐ VIÐ HARÐSKAPSRKATUM
Í viku 47 í 2024 varð, yvir tríggjar heilar dagar, skipað fyri skeiðum fyri eini 80 fakfólki. Luttakarnir á skeiðinum vóru breitt umboðandi føroyskar myndugleikar, fakfólk og stovnar, og arbeiða við og í markamótinum til harðskapsøkið. Heitið á skeiðnum var “Harðskapsfatan og arbeiðið við harðskapsraktum”.
Skeiðið varðr fyriskipað sum liður í arbeiðinum at styrkja samstarvið í sambandi við markamótaarbeiði á harðskapsøkinum. Undirvíst varð innan evni um, hvussu fakfólk kunnu skilja og stuðla fólki, sum hava verið fyri harðskapi í parlagi ella nærsambondum.
Tað vóru tær báðar Anne Zacho Møller og Karen Boesen, sum báðar eru partar av Danner í Keypmannahavn, sum undirvístu.
Skeiðið varð fyriskipað sum partur av heildarætlanini Harðskapur í parløgum og nærsambondum 2023-2028. Tað vóru Sig frá-verkætlanin og Kvinnuhúsið, í samstarvi við Nám, sum skipaðu fyri.