Vika sex
Vika sex var ein verkætlan, sum í fleiri ár var eitt samstarv millum Sig frá verkætlanina, Amnesty, politiið og Fólkaheilsuráðið. Umframt hesar partar hevur Apoteksverkið og Gigni eisini luttikið. Á hvørjum ári í 6. vikuna varð skipað fyri tiltøkum, sum venda sær til ung og har kunnað varð um kropp, kenslur, fyribyrging, mørk, rættindi og onnur seksuell evni.
Endamálið var, við upplýsing og kunning, at skapa tann pallin, sum rúmar møguleikanum fyri at samskifta um evnið og soleiðis verða við til at skapa betri trivnað millum føroysk ung.
Les meira um átøkini niðanfyri:
- Vika Sex 2022 - "Seksualundirvísing á miðnámi”
- Vika Sex 2021 - "Seksualundirvísing á miðnámi”
- Vika Sex 2020 - "Seksualundirvísing á miðnámi”
- Vika Sex 2019 - “MERK MØRK”
- Vika Sex 2018- "Mynd krevur samtykki"
- Vika Sex 2017- "Samtykki í mun til kyn, kropp og seksualitet"
Seksualundirvísing skal kjølfestast
Eftir at tað í fleiri ár hevði verið varpað ljós á seksualupplýsing mettu fyriskiparnir, at tørvur var á at kjølfesta hesa upplýsandi og fyribyrgjandi uppgávuna innan verandi myndugleikakarmar. Samtykkissamstarvið hevði frá byrjan verið bygt á tilvitskuna um, at allir okkara borgarar frá barni av hava rætt til og tørv á seksualupplýsing.
Á almenna tiltakinum í viku sex í 2022 luttóku umboð frá Námi, Lærarafelagnum, Gigna, Kyni umframt Bjørg Clementsen, sum er lærarari og fyri kortum hevði skrivað ritgerð um seksualundirvísing í fólkaskúlanum. Á tiltakinum gjørdist greitt, at tað eru avbjóðingar við seksualundirvísing í fólkaskúlanum, og semja varð um, at tørvur var á at arbeiða við at styrkja alt økið. Avbjóðingarnir fevna m.a. um væntandi undirvísingartilfar, tvørrandi førleikar hjá lærarum at undirvísa í seksualupplýsing og heldur ikki fyrilá námssætlan fyri seksualundirvísing.
Á ungdómstinginum 2022 varð víst á tørvin og áhugan fyri seksualupplýsing, tá flokkar løgdu uppskot fyri Løgtingið um at fáa meira seksualupplýsing í fólkaskúlan. Viku seinni varð eisini uppskot um hetta sama lagt fyri Føroya Løgting.
Okkara greiða tilmæli til myndugleikarnar, sum vara av økinum, var tí:
- at seksualupplýsing innan stovns- og skúlaøkið verður løgd í eina trygga skipan
- at endamálið við seksualupplýsingini í fólkaskúlanum skuldi nágreinað til øll floksstigini
- at seksualupplýsingin í fólkaskúlanum skuldi samskipast betri