Vika sex 2018
Vika sex 2018 varð fyriskipað í døgunum 5. til 9. februar og ferðaðist tiltakið til allar yrkis- og miðnámsskúlar í Føroyum.
Evnið var "Mynd krevur samtykki", tí tað er ein sannroynd, at ung og fólk yvirhøvur ferðast nógv í digitala heiminum, og tiskil er kunnleikin um kropp, mørk og kyn eins viðkomandi her sum í øðrum rúmum, vit ferðast í.
Tað er av alstórum týdningi fyri trivnaðin hjá teimum ungu, at tey skilja týdningin av orðinum samtykki, tora at gera vart við síni egnu rættindi, rættindini hjá øðrum og kenna avleiðingarnar, um tey ikki virða mørkini hjá øðrum.
Á tiltøkunum vóru stuttir fyrilestrar frá serfrøðingum og høvi at fáa eitt prát við fakfólk. Eisini verður høvi at luttaka í spurnakapping, fáa ymiskt tilfar, prøvar o.a., ið er aktuelt fyri átakið “Mynd krevur samtykki”, kynslív og kropp yvirhøvur.
Á skránni vóru hesi evni:
- Hvat er samtykki? Katla Heðinsdóttir, heimspekingur
- Hvat sigur lógin? Mariann Reinert, politistur
- Sálarligar avleiðingar Oddbjørg Balle, sálarfrøðingur, BVS
Tiltakið varð fyriskipað av Sig frá!, Fólkaheilsuráðið, Apotekinum, Amnesty, Føroya Politi og Gigni.