Vika Sex 2021

Fyriskipararnir handan Viku Sex skipað tiltakið í 2021 soleiðis, at fyrsta árs næmingar á yrkis- og miðnámsskúlum og Húsarhaldsskúlanum í Klaksvík fingu seksualundirvísing. Næmingarnir høvdu eisini høvi at tosa við fyriskipararnar og fingu høvi at seta spurningar og luttaka í kappingum. Tað var eins og undanfarna ár felagið Kyn, sum stóð fyri undirvísingini.

Endamálið við Viku Sex er at menna seksualundirvísingina, tí holl vitan um kropp, kenslur, fyribyrging, mørk, rættindi og onnur seksuell evni hava jaliga ávirkan á, hvussu vit trívast.

Vegna umstøðurnar við Koronu, kundi almenna tiltakið fyri fakfólk og foreldur ikki haldast, men í staðin varð ein fyrilesturin framleiddur sum ein sending til sjónvarpið. Fyrilesturin hevði heitið: “Keldur til seksualvitan hjá føroyskum ungum” við Marini í Dali, lækna.

Fyrireikararnir eggjaðu eisini lærarum til at taka evnið upp í sambandi við viku sex. Til hetta hevur Nám lagt tilfar á www.snar.fo, sum lærarar kunnu nýta í undirvísingini í Viku Sex.

Vika Sex varð í 2021 skipað sum eitt felags átak av Almannamálaráðið/Sig frá!, Amnesty, Fólkaheilsuráðið og Føroya Politi.