Vika sex 2022
Triðja árið á rað varð skipað fyri seksualundirvísing á føroysku miðnámsskúlunum og Húsarhaldsskúlanum í Klaksvík. Aftur hesuferð vóru tað undirvísarar úr felagsskapinum Kyn, sum stóðu fyri undirvísingini, har ung undirvísa ungum. Ein slóðbrótandi nýggjur partur av undirvísingini var ein føroyskt framleiddur stuttfilmur, við denti á kropsfatan og sosialar miðlar. Fokus var eisini á at fáa næmingarnir at verða luttakandi í undirvísingini, sum var tillagað 1. árs næmingar á miðnámsskúlum.
Í sambandi við undirvísingina var eisini høvi at fáa eitt prát við fyriskiparnar, sum luttóku við bási á skúlunum, har eisini viðkomandi tilfar fekst.
Endabresturin av VIKU SEX var aftur hetta árið í Perluni. Á almennum tiltakið hóskvøldið 10. februar kl. 19.00, varð sjóneykan sett á seksualundirvísing í fólkaskúlanum. Bjørg Clementsen legði fyri við einum uppleggi um ba-ritgerð sína um seksualundirvísing í føroyska fólkaskúlanum. Síðani verður pallborðkjak, har Bjørg Clementsen, Eyðuni Gaard, stjóra á Námi, Jacob Eli Olsen, formanni í lærarafelagnum, Ann Mari Ellendersen frá Gigna og Bjørt Lind, sálarfrøðingur og ein av stovnarunum av Kyn.
Aftur hesuferð vóru tað Sig frá saman við Amnesty International, Fólkaheilsuráðið og Føroya Politi sum fyrireikaðu tiltøkini í Viku Sex