Barnafrádráttur

Fyri hvørt barnið undir 18 ár, ið tú hevur foreldramyndugleika yvir, verður latin ein frádráttur skattinum. Barnarfrádráttur er bæði í landsskattinum og í kommunuskattinum. Frádrátturin í landsskattinum er 9.200 kr. um árið fyri børn yngri enn 7 ár, og 6.500 kr. um árið fyri børn í aldrinum 7-17 ár. Frádrátturin í kommunuskatti er ymiskur frá kommunu til kommunu. Í miðal er kommunali barnafrádrátturin uml. 7.200 kr. um árið.

Barnafrádrátturin er málsøki hjá landsstýrisfólkinum í fíggjarmálum og verður umsitin av TAKS. Nærri kunning um barnafrádrátt sæst her.