Fíggjarligt frípláss á dagstovnum, dagrøkt og frítíðarskúlum
Skipanin við fíggjarligum fríplássum gevur barnafamiljum við lágum inntøkum rætt til verða undantikin ella partvíst undantikin frá egingjaldi fyri pláss á kommunalum dagstovnum, dagrøkt og frítíðarskúlum.
Tey foreldur, ið kunnu skjalprógva, at húskisinntøkan er lægri enn tey inntøkumørk, sum Almannamálaráðið á hvørjum ári ásetir, kunnu fáa fult- ella partvíst frípláss á kommunalu stovnunum.
Umsóknir um fíggjarligt frípláss skulu sendast kommununi, har barnið hevur bústað. Serligt umsóknarblað fæst við at venda sær til kommununa.